Løgtingsformaðurin ávarar Føroya fólk ímóti tingkvinnum

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ávarar nú Føroya Fólk ímóti løgtingskvinnum í andstøðuni, sum hava aðra hugsan enn hann um samkynd fólk

Orsøkin til ávaringina frá løgtingsformanninum er, at sjey tingkvinnur – saman við fýra monnum – hava lagt uppskot fyri tingið um rættindi hjá samkyndum kvinnum til børn síni.

 

Á Facebook skrivar løgtingsformaðurin soleiðis – og við stórum stavum:

 

»ÁLVARSLIG KUNNING TIL ALT FØROYA FÓLK!

 

ALLAR TÆR SJEY KVINNURNAR Í ANDSTØÐUNI Á TINGI SAMAN VIÐ FÝRA MONNUM ÆTLA NÚ VIÐ LÓG AT RÆNA PÁPAN FRÁ SUMMUM FØROYSKUM BØRNUM OG GERA TEY TIL FAÐIRLOYSINGAR, ÁÐRENN TEY ERU FØDD!

 

Lógaruppskotini eru løgd fyri tingið!«

 

Uppskotini hava til endamáls at tryggja,at børn hjá samkyndum kvinnum fáa rætt til tvey foreldur frá føðing, og at samkyndar kvinnur kunnu fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing.

 

Jógvan á Lakjuni var ein av ídnastu tingfólkunum at stríðast ímóti at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at fólk av sama kundi kundu giftast, tá hon var fyri á tingi í 2016. Hann situr nú í landsins hægsta politiska sessi, men hevur tó einki gjørt enn fyri at rulla hjúnabandslógina aftur, soleiðis at fólk av sama kyni ikki skulu sleppa at giftast.

 

Í formansskapinum í løgtinginum sita saman við Jógvan á Lakjuni, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.

 

Felags fyri tey trý er, at tey taka øll undir við broytingunum í hjúnabandslógini – og við framløgdu lógaruppskotunum. Eyðgunn Sameulsen og Bjørt Samuelsen eru uppskotsstillarar, sum løgitngsformaðurin ávarar ímóti, og Johan Dahl er einasti tingmaður úr samgonguni, sum alment sigur, at hann tekur undir við hesum broytingum og fer at atkvøða fyri, um samgongan ikki kemur við uppskoti á hesum øki.

 

Løgmaður hevur sagt, at samgongan arbeiðir ikki við nøkrum slíkum lógaruppskotum.

 

Tað merkir – um andstøðan stendur saman – at málið verður samtykt, uttan so, at Kristin Michelsen bjargar samgonguna við at atkøvða ímóti andstøðuni.

 

Stóri spurningurin er so, um Annika Olsen fer at atkvøða eftir síni sannføring. Hon er fyri at fólk av sama kyni giftast, og hon hevur sum borgarstjóri í Havn gift tey allar flestu samkyndu, sum eru gift í Føroyum, sambært kanning, sum Sosialurin gjørdi í fjør.