Máttmikið ljós lýsti himmalin upp í Suðurnoregi

Høvuðsbjargingarstøðin í Suðurnoregi sigur við NRK, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um ógvusliga ljósið á himmalinum.

Í fleiri býum í Suðurnoregi í gjár gjørdust fólk ovfarin av einum máttmiklum ljósi, sum lýsti allan himmalin upp. Norska kringvarpið NRK veit at siga, at ljósið sást yvir stórum parti av Suðurnoregi.

 

NRK hevur skift orð við fleiri fólk, ið sóu ljósið, sum eisini sæst á video-upptøkuni á hesi leinkju - 

 

https://www.nrk.no/video/248711f8-7f1a-4986-af17-dd3d8a964e96 

 

- Knappliga gjørdist tað ljóst, og eg helt í fyrstani, at tað var ein bilur, sum kom koyrandi við langljósum. Men, so hugdi eg upp á himmalin og sá blanka ljósið, sum við rúkandi ferð fór eftir himmalinum við einum longum bláum hala afturúr sær.

 

Soleiðis greiðir ein kelda, 27 ára gamli Per Skram, frá.

 

Høvuðsbjargingarstøðin í Suðurnoregi sigur við NRK, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um ógvusliga ljósið á himmalinum.

 

Sum skilst, sóu fólk ljósið í eitt nú Bergen, Sandnes, Ålesund, Os, Flekkefjord, Sigdal, Stavanger og Ørsta umframt fleiri aðrastaðni.

 

Í Noregi verður hildið, at hetta var ein loftsteinur, sum kom inn í lofthavið, har hann smildraðist.