Louisa Poulsen 30 ára í skúlanum á Argjum

Ein lítil samkoma var savnað í Skúlanum á Argjahamri seinnapartin fríggjadagin, nú Louisa Poulsen 15. januar hevur ikki minni enn 30-ára starvsdag sum skrivari.

 

Starvsfelagar bóru fram heilsanir, og Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen sungu tríræddaðan sang fyri mammuni. Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti eisini Louisu til lukku, handaði henni gávu fyri trúgva tænastu og flutti fram hesa røðuna:

– Fyri kommununa eru slíkir dagar altíð stórir dagar, tí tá vit hátíðarhalda starvsfólk, sum so trúføst hava røkt sama starv í meira enn fjóðringsøld, so gera vit okkurt rætt.

Og so mugu okkara stovnar onkursvegna vera góð arbeiðspláss, tá fólk trívast so væl.

Tú vart sett í starv sum skrivari í Argja skúla fyri 30 árum síðan. Tað var hesin skúlin, sum skjótt fyri 10 árum síðan bleiv til Skúlan á Argjahamri.

Og tú ert her framvegis.

##med2##

Og tey fortelja haraftrat, at tú hevur verið so trúføst at møta til arbeiðis, at tú bara hevur verið fráverandi, tá skúlin kortini var stongdur fyri veður!

Eg veit at tit bæði, tú og beiggi tín Vilhelm, komu úr Skopun á yngri árum. Eg visti, at foreldrini itu Steingrím og Fredrikka –har suðuri vórðu tey kallað Gimmi og Gikka.

Tit eru sum sagt tvey systkin – og bæði búgva á Argjum. Vilhelm kennir øll Havnin sum timburmann og húsasmið.

Tú vart 14, tá tú flutti til Havnar. Tú tókst handilsskúlaprógv og arbeiddi síðani í 12 ár hjá Landshandlinum og 6 ár hjá P/F Thomas Dam.

Tú arbeiddi eisini eina tíð á skrivstovuni hjá heilsurøktini, áðrenn tú byrjaði sum skrivari í skúlanum á Argjum.

##med3##

Børnini kenna vit øll – og tey eru vit øll errin av. Tey eru trý, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen.

Tey eru øll trý úrmælingar burturav, bæði í tónleiki og sangi.

Og hetta hava tey ikki frá fremmandum: Pápin, Hans Karl - sum vit tíverri mistu herfyri - var helst ein av bestu gittaristum í Føroyum nakrantíð, høgt virdur og nógv saknaður, sum eisini týðiliga hevur sæst á skrivingini – serliga á sosialu miðlunum – síðan hann andaðist.

Men tað, sum eg og mong onnur við mær, ikki vistu, var, at tú, Louisa, hevur eina so framúr vakra songrødd!

Eg skal ikki fara at biða teg syngja fyri okkum nú – men so vita vit eisini, hvaðan børnini hava fingið sangrøddinar!

Sambært tínum samstarvsfeløgum hevur tað altíð eyðkent teg, at tú ert arbeiðssom og vil hava “ordan í tingunum”, tú ert ærukær sum fáur og røkir títt arbeiði, sum var skúlin títt egna virki.

##med4##

Nú eru hesar samkomurnar at hátíðarhalda starvsfólk so “amputeraðar” orsakað av koronu, at ilt er at gera nakað stórvegis burturúr.

Men vit royna so – og kanska Finnbogi ger okkurt serligt burturúr aftaná!

Eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tær hjartaliga tillukku við starvsdegnum og takka tær líka hjartaliga fyri títt trúfesti og stóra íkast í stovnin.