Petur Háberg og Filip Mortensen, sum manna nýggja bólkin Lover Lover, hava í morgun lagt eitt nýtt lag á heimasíðuna soundcloud.com. Lagið ber heitið The Slow Death og talan er bert um eina demo.
Lover Lover er ein spildur nýggjur bólkur, men hóast hetta hava teir longu gjørt nógv um seg. Millum annað hava teir hitað upp fyri Eivør í Vega í Keypmannahavn, og í gjár varð boðað frá, at teir skulu spæla á ársins G! Festivali.
Vit kenna teir báðar frá bólkinum Ladyfire, men umframt tað hava teir havt egnar tónleikaverkætlanir koyrandi. Petur við eitt nú Bet You Are William og Filip við eitt nú The Ghost, men nú hava teir so sligið seg saman og gera droymandi elektroniskan popptónleik í Lover Lover. Umframt lagið The Slow Death ber eisini til at hoyra tvey onnur løg hjá bólkinum her: soundcloud.com/petur-h-berg
Niðanfyri er eisini link til eina upptøku, ið er gjørd í Ideal Bar á Vega, tá Filip og Petur hitaðu upp fyri Eivør farna mánað.
Mynd: skermprent av upptøkuni á leinkjuni niðanfyri