Loynilig og spennandi kanning eystanfyri

Sera spennandi tilfar er funnið í skjalagoymslunum eystanfyri, sum lýsir støðu Føroya í kalda krígnum. Tað sigur Bent Jensen, søguprofessari, í arbeiðsfrágreiðing til løgmann. Í kanningini viðger hann, hvat slag av virksemi Sovjetsamveldið hevði kring Føroyar, og hvussu Føroyar og føroyingar koma fram í sovjetskum skjalagoymslum

HINUMEGIN JARNTJALDIÐ

Svartar útstrikingar á hvítum pappíri.
Kanningin av støðu Føroya eystanfyri undir kalda krígnum er loyndarfull.
Sosialurin hevur fingið innlit í fyribilsfrágreiðingina, sum søgufrøðingurin Bent Jensen, professari, dr. phil, hevur latið Føroya løgmanni síðst í desember. Men stórir partar av frágreiðingini eru strikaðir við svørtum blekki við tí grundgeving, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast, um tað er neyðugt fyri at verja uttanríkispolitisk áhugamál. Og víst verður eisini til, at tað er neyðugt at dyljað málið fyri at verja privat ella almenn áhugamál.
Hvat liggur í hesum dyljingum, er ikki gott at vita. Men út frá tí, sum stendur eftir av fyribilsfrágreiðingini, er greitt, at kanningin er stak áhugaverd ? og óivað eisini umstrídd.

Drúgv kanning
Frágreiðingin hjá Bent Jensen snýr seg um støðu Føroya eystanfyri í kalda krígnum árini 1945 til 1991. Bakgrundin er Føroyar sum »trædesten og baseområde i Atlanten«, sum søgudoktarin orðar tað.
Frágreiðingin tekur støði í, at Føroyar eru ein partur av NATO og harvið ein partur av trygdarpolitikkinum hjá vesturheiminum. Spurningurin er eitt nú, um trygdarváði hevur staðist av hernaðarligu støðunum í Føroyum.
Bent Jensen kannar føroysku støðuna í hernaðarligu ætlanini hjá Sovjetsamveldinum og Warszawa-samgonguni. Í hesum sambandi lýsir hann, hvussu sovjetski norðurflotin varð útbygdur, hvør flotaætlan varð løgd fyri Norðuratlantshavið, og hvørjar hernaðarligar venjingar vórðu havdar í havinum kring Føroyar.
Søguliga verður farið ígjøgnum leiklutin hjá Warszawa-samgonguni undir kalda krígnum við føroyskum brillum. Undir 2. heimsbardaga. Í tíðini til NATO varð stovnað í 1949. Í fyrsta »toybilinum« árini 1955-1964. Undir sovjetsku flotadubbingini í 1960-1970?unum. Og undir kalda krígnum í 1980?unum.

Persónar og vitjanir
Granskar tú søgu, mást tú hava eina støðu, heldur Bent Jensen, sum er kendur fyri ikki leggja fingrarnar ímillum, tá hann granskar fortíðina í gamla Sovjet.
Vesturheimurin ikki kann siga seg undan at hava kent til ta skipaðu útreinsingina av mannalívum og brotini á mannarættindini, sum fóru fram undir »hamara og segli«, heldur hann. Og tað er líka neyðugt at gera upp við tey fólk, ið kávaðu útyvir hetta í vesturheiminum, sum tað var at gera upp við nasismuna. Offrini vóru fleirfald eystanfyri, og tí fírir hann ikki fyri at nevna nøvn, tá tað kemur til skarpskeringar.
Tí stendur spenningurin og óttin kanska mest um, hvørt hann fer eftir teimum føroysku samhugafólkum, sum styðjaðu Sovjetsamveldið og tann politikk, sum stórveldið stóð fyri, tá harðast leikaði á.
Líkt er til, at leitað er í sovetsku skjalagoymslunum eftir føroyingum, sum hava vitjað eystanfyri ella hava verið sannførdir kommunistar av ymiskum slagi.
Beint aftaná eina útstriking sæst í øllum førum, at útlendskar vitjanir í Føroyum, visumreglur, sovjetskar og aðrar vitjanir úr Warszawa-samgongulondum, og sovjetsk og eysturtýsk fiskiskip við Føroyar fáa serstaka viðgerð. Og tí er eisini hugsandi, at svarta blekkið fjalir útyvir føroyskar persónar og vitjanir hinumegin jarntjaldið.

»Meget interessant...«
Tað hevur ljóðað, at Bent Jensen hevur fingið atgongd til skjalasøvn hjá kommunistiska flokkinum í Sovjet. Men tað síggja vit ikki í frágreiðingini, og Bent Jensen vil enn onga viðmerking geva um sítt arbeiði, sum er fevnt av tagnarskyldu.
Hinvegin sæst, at hann hevur funnið nógv tilfar, sum hann heldur vera stak áhugavert. Hann hevur eitt nú leitað í skjalasavninum hjá Verjurmálaráðnum, hjá forsetanum, hjá herflotanum og í russiska statsskjalasavninum fyri nýggja søgu.
At tað hevur verið trupult, og at onkrir fótonglar eru lagdir í vegin, vitnar fyribils arbeiðsrapportin um.
Eftir eina longri útstriking stendur t.d. einastaðni soleiðis: »Hvad andet materiale angår, meddelte arkivet mig, at der intet yderligere fandtes. Fotokopierne måtte ikke fjernes fra læsesalen, og jeg måtte derfor skrive dem af i hånden linie for linie, da man heller ikke tillod anvendelse af computer. Det materiale jeg fik lov at se, var til gengæld meget interessent. Der er imidlertid tale om en alvorlig kronologisk skævhed, idet jeg ikke har fået adgang til materiale fra 1970-1980?erne«. Ikki er greitt, hvat skjalasavn talan er um í hesum føri.
Bent Jensen greiðir frá, at hann hevur funnið áhugavert tilfar eystanfyri, eitt nú í statsskjalasavninum, men yvirhøvur er galdandi, at tað síðstu fimm árini er vorðið torførari hjá granskarum at fáa atgong til tilfarið, sum lyftir lokið av søguni.

Løgmaður uppí
Fyri at fáa betri atgongd, heitir Bent Jensen á Føroya løgmann um at venda sær beinleiðis til russiska uttanríkisráðið, tí Føroyar og Russland hava góð viðurskifti. Tað hava Danmark og Russlandi ikki fyri tíðina, og tí hevur tað helst seinkað og forða arbeiðnum, at fyrispurningar um innlit eru farnir umvegis danska uttanríkisráðið.
Bent Jensen mælir til, at løgmaður leggur dent á góðu viðurskiftini landanna millum. Tað er eisini vert at nevna, heldur hann, at kalda kríggið er av, at søgan nú kann skrivast sakliga, og at Føroya landsstýri roynir at skapa eina heildarmynd, sum ikki bara byggir á støðuna hjá stórveldunum vestanfyri.
Søgufrøðingurin ger eisini arbeiði í skjalagoymslum vestanfyri, og har hevur arbeiðið gingið betur. Men bæði eystan og vestanfyri er granskingararbeiði eftir at gera, áðrenn hann fær teknað nakra endaliga mynd av støðuni.
Bent Jensen er farin undir at skriva sjálva frágreiðingina, men av tí, at so nógv vantar, er tað av góðum grundum ikki endaliga frágreiðingin. Í skrivandi løtu er nýggja svartabók ? ella kanska reyðabók? ? umleið 150 síður. Kanningin byrjaði á heysti 2001 og verður liðug seinni í ár, tá hon verður handað løgmanni.