Luitjen og Elias góða byrjan

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið. Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum, skrivar Talvsambandið.

 

Í triðja umfari leygarmorgunin møtast telvararnir, sum hava hægstu styrkitølini í bólkinum. Tá telvar Adrian Søderstrøm úr Svøríki móti Luitjen A. Apol. Sviin, sum hevur vunnið bæði fyrstu talvini, hevur styrkitalið 2156 og Luitjen 2121.

 

Tað bragdar

 

Føroysku telvararnir eru heldur ikki heilt sørir í hinum bólkunum. Í bólki A, har teir elstu kappast - teir 19-20 ára gomlu - eydnaðist báðum føroysku telvarunum at fáa stig í dag.

 

Í fyrsta umfari telvaði Rógvi Mørkre óvæntað javnt móti sterka norðmanninum Gunnar Lund, sum hevur styrkitalið 2315. Janus Skaale vann í øðrum umfari á Eetu Torvinen úr Finnlandi. Teir hava ávikavist eitt og hálvt stig eftir fyrsta kappingardagin. Á odda í bólki A eru Milton Pantzar úr Svøríki og Hilmir Freyr Heimisson úr Íslandi, sum báðir hava vunnið fyrstu tvey talvini.

 

Í bólki B fyri teir næstelstu vann Jón í Horni Nielsen annað talvið í dag móti Benedikt Thorisson úr Íslandi. Markus Jacobsen hevur tapt bæði. Tríggir hava fult stigatal eftir dagin í dag. Sviiarnir Gustav Torngren og Victor Muntean og finnlendingurin Toni Vainikka.

 

Í yngstu bólkunum fingu føroysku telvararnir einki stig í dag. Í bólki D taptu Brestir Samuelsen og Petur Magnussen bæði talvini, og sama gjørdu Jamil Emil Jakobsen og Lukas Páll Wiberg í bólki E.

 

Í morgin er triðja og fjórða umfar á skránni. Byrjað verður klokkan 10 fyrrapartin. Til ber at fylgja við hvussu leikur fer á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com. Har er eisini meira at lesa um kappingina.