Ólukkuliga kvinnan

Tað var týðiligt, at 29 ára gamla danska kvinnan var skelkað av tí, sum hendi henni.
Ein varðhaldsfongsling og ein fýra mánaðar long fongsulsrevsing var ikki akkurát tað, sum ein snildur bakmaður hevði givið henni í eygsjón, tá hann sannførdi hana um, at smugla hassj til Føroya

Talan kann í ringasta føri gerast um eina bót og síðani verður tú send til Danmarkar aftur, segði ákærda kvinnan, at bakmaðurin hevði lovað henni.
Men soleiðis gekst tað langt frá.
Ikki tí. Alt sá ljóst út, tá hon 19. mars í fjør kom til Føroya við hassji. Hon hevði rúsevnini stungin upp í seg, tveir klumpar aftan og ein framman.
Alt gekk sum eftir ánni. Hon gekk uttan trupulleikar gjøgnum tollin, tók bussin til Havnar og síðani ein taksa til ávísan bústað, har hon skuldi avlevera hassjið til persón, sum síðani skuldi selja tað.
Meðan sølan fór fram, skuldi kvinnan vera innandura, tí – sum bakmaðurin hevði greitt heni frá, – Føroyar eru eitt lítið land, og fólk tosa.
Hon sat so inni í kamarinum hjá sølumanninum í fýra dagar, meðan sølan av hassjinum fór fram.
Eftir hetta – tann 23. mars – pakkaði seljarin pengar í plastfolie, sum kvinnan so hevði niður til Danmarkar aftur at geva bakmanninum. Fyri ómakin fekk kvinnan 10.000 krónur.

Gekk ikki aðru ferð
Fyri kvinnuna, sum livir undir trongum fíggjarligum viðurskiftum, var hetta ikki smávegis at fáa. Til gerandis var hon upp á bistandshjálp og fekk eftir skatt 6.400 krónur umframt 1.200 krónur í leigustuðli um mánaðin. Og av hesum 7.600 krónunum skuldu hon av við 5.500 í leigu um mánaðin.
So tað sigur seg sjálvt, at tá ein 4-5 daga long ferð til Føroya kundi kasta 10.000 krónur av sær, og tað ringasta, ið kundi henda, var ein bót, var hetta vandan vert.
Og so var peningurin eisini skattafríur. So tá hon aftur fekk eitt tilboð tíðliga í mai, helt hon tað vera funnin frensur.
Tað, sum hon skuldi fáa at kenna, var, at alt ikki var so líkatil, sum bakmaðurin hevði latið hana trú.
Hon gjørdist tí ovfarin og seinni ræðslusligin, tá hassjhundurin hjá tollvaldinum leiddi tollararnar fram til hana. Og síðani yvirtók narkoløgreglan.
Hesaferð hevði hon væl meira av hassji inni í sær, og tí var avtalan eisini, at hon skuldi fáa 15.000 krónur heldur enn 10.000 í ómaksløn.
Í staðin fekk hon fýra mánaðar fongsulsrevsing.