Lutaíbúðirnar í Mýrunum í Vági handaðar Bústøðum

Í dag hevur byggifyritøkan Norcon handað Bústøðum íbúðirnar í Mýrunum í Vági – og harvið er verkætlanin, sum byrjaði í mars 2020 nú liðug, og í næstum verður greitt, hvør kann flyta inn í lutaíbúðirnar í Mýrunum.

 

Hetta skrivar Suðurrás í dag.

 

Í Mýrunum eru 6 íbúðir, tvær íbúðir eru 90 fermetrar til støddar, og fýra íbúðir eru 80 fermetrar. Báðar støddirnar hava tvey kømur, men tann størra íbúðin kann tillagast, soleiðis at har eru 3 kømur. Í íbúðunum er annars stórt alrúm við stovu og køk, durður og stórt baðirúm. Íbúðirnar eru hitaðar við jarðhita.

 

Byggifyritøkan Norcon hevur staðið fyri byggingini av íbúðunum og hava m.a. Tangavirkið og MR-EL verið undirveitarar. Útgrevsturin byrjaði annars í november 2020 og á várið 2021 varð farið undir at byggja.

 

 

 

Fyrstu lutaíbúðir í Føroyum í nýggjari tíð

 

Íbúðirnar í Mýrunum í Vági eru bygdar sum lutaíbúðir og eru hetta fyrstu íbúðir í Føroyum í nýggjari tíð, sum eru bygdar beinleiðis sum lutaíbúðir. Skoytast kann uppí, at ein partur av íbúðunum hjá Bústaðir á Toftum, sum upprunaliga vórðu bygdar sum leiguíbúðir, vóru broyttar til at verða lutaíbúðir eftir sama leisti, sum lutaíbúðirnar í Vági eru skipaðar eftir, skrivar Suðurrás, og á sudurras.fo eru eisini fleiri myndir av íbúðunum at síggja.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##