Lutakast: HB móti Ildefons Lima

Champions League: HB skal spæla móti Inter Club d'Escaldes úr Andorra í undankappingini til undankappingina í Champions League

Í dag hevur lutakast við verið til fýra-liðs undankappingina til undankappingina í Champions League. HB skal spæla móti meistarunum úr Andorra, sum eita Inter Club d'Escaldes. Kendasti spælarin á liðnum er tiltikni Ildefons Lima, sum mangan hevur verið liðskipari hjá Andorra.

 

Talan verður um eina fýraliðs kapping, har tað verður ein hálvfinalan og ein finala. Í hinari hálvfinaluni møtast S.S. Folgore úr San Marino og FC Prishtina úr Kosovo.  FC Prishtina og HB eru styrkismett og eru favorittar at møtast í finaluni.

 

Dystirnir verða 22. juni og 25. juni. Upprunaliga skuldi kappingin verða í Føroyum, men UEFA hevur boðað FSF og HB frá, at hetta verður av ongum, tí sóttarhaldsreglurnar eru so strangar í Føroyum. Enn er ikki greitt hvar kappingin verður spæld og tað kom heldur ikki fram til lutakastið.

 

Champions League undankapping:

 

S.S. Folgore (SMR) - Prishtina (KOS)

 

HB Tórshavn (FRO) - Inter Club d'Escaldes (AND),