Veðurstovan skrivarí fimmdaga forsøgnini, at eitt lágtrýst í Norskahavi eystanfyri Føroyar gongur í ein landnyrðing og grynnist. Í nátt fer ein hátrýstryggur, framvið vestaneftir. Seinnapart og týsdagin og um kvøldið fer eitt nýtt lágtrýst við nógvum regni framvið. Mikudagin kemur ein hátrýstryggur og gevur meira støðugt veður eitt skifti. Frá hósdegnum koma nøkur brúgvaløg framvið við avfalli, mest sum regn og eitt sindur av vindi, og til tíðir kaldari veður við vetrarælum.
Forsøgn galdandi til týsmorgun:
Frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld veksandi upp í frískan vind upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frálíður samdrigið og eit skifti regn ella kavaavfall. Í nátt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin 2 til 7 stig, í nátt í støðum niður móti frostmarkinum.
Týsdagur:
Fyrst lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, mest turt og sólglottar. Frá seinnapartinum veksur vindurin av sunnan og landsynningi til frískan vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum skrið 18 m/s, og tað kemur regn av útsynningi, í støðum kanska vátaslettingur. Um náttina frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, av útnyrðingi og okkurt æl. Hitin frá 2 til 6 stig.
Mikudagur:
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt æl. Hitin frá 3 til 8 stig.
Hósdagur:
Sunnan, frískan vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum veksur og um kvøldið í støðum skrið 20 m/s. Mest samdrigið og regn vestaneftir. Um náttina minkandi vindur og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.
Fríggjadagur:
Frískt lot til strúk í vindi vestan og útsynningur, 7 til 12 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella vátaslettingi og í støðum kanska kavi. Frá seinnapartinum fer vindurin í ein útsynning og sunnan og veksur til strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og avfall vestaneftir, mest sum regn. Hitin hækkar til umleið 5 stig.
Leygardagur:
Útsynningur, strúkur í vindi til skrið, 13 til 18 m/s. Mest skýggjað og ælaveður við regni ella vátaslettingi og í støðum kanska kavi. Hitin millum frostmarkið og 6 hitastig.