TJALDING
Herfyri var danska blaðið B.T. á vitjan í Føroyum. Talan var um ein ?campingtúr?,t.e. tjalding hjá Anne-Vibeke Isaksen, sum skrivar tjaldingarfrásagnir fyri kenda morgunblaðið.
Greinin verður rópt fyri ?Den umulige campingtur?. Anne-Vibeke Larsen og myndamaður eru farin til Føroya við teirri tesu, at sagt verður, at tað ómøguligt at tjalda í Føroyum ? í øllum førum við campingvogni.
Og við tí fyri eyga, at prógva ella mótprógv hesari tesu, verður farið til Føroya við opnum sinni.
Alt byrjar eisini við. Donsk blaðfólk ? og kanska danir sum heild ? leggja oftani bragdliga fyri, tá tað snýr seg um náttúrulýsingar í Føroyum. Í so máta er Anne-Vibeke Isaksen heldur einki undantak.
?Solen skinner fra en dybblå himmel, og vandet er havblik. Bedre velkomst kan man vel næppe forvente, og vi nyder hvert et sekund, vel vidende at det kan ændre sig til tæt tåge på meget kort tid?, skrivar Anne-Vibeke Isaksen.
Myndin er ikki heilt ljósareyð, men tað verður hon meira, tá prátið fer at snúgva seg um føroysku náttúruna.
B.T. fer ein túr við Palla undir Vestmannabjørgini, og hetta fær eisini ? væl skilligt ? nøkur jalig lýsingarorð frá donsku blaðkvinnuni.
Men sjálvt uppihaldið á tjaldingarstaðnum í Havn er ikki nøkur stór uppliving samanborið við onnur støð uttanlands, heldur Anne-Vibeke. Tað er kortini frálíkt umhvørvið tætt at náttúruni, men umstøðurnar eru vánaligar. Staðið minnir mest um eitt parkeringspláss, skrivar Anne-Vibeke Isaksen.
Men náttúruupplivilsi tykist at doyva alt annað.
»På Færøerne er alt tæt på naturen, så det bliver automatisk en naturlig, men også prisværdig del af ferien.«
Aðrastaðni í greinini frætta vit, at hóast tann føroyski maturin kanska ikki ljóðar at vera so góður, so smakkar hann frálíkt, og danska blaðkvinnan mælir øllum til at royna.
Somuleiðis verður tað hildið vera heilt framúr at síggja seyðir ganga/klatra í brøttum lendi. Sig so ikki tað.
Einki og alt
B.T. gevur vanliga stjørnur til ymiskt, og camping er einki undantak. Givið verður stjørnur í fimm ymsum bólkum. Tað mesta eru seks stjørnur, og tað minsta er eingin. Í heili tveimum førum fær Torshavn Camping botnkarakter ? onga stjørnu. Tað er í sambandi innkeypsmøguleikar og mat á tjaldingarplássinum, at tann fyrsti botnkarakterurin verður latin. Har er einki at fáa á staðnum, men einar tíggju minuttir burtur eru handlar og caféir, verður sagt.
Í sambandi við aðrar umstøður, eitt nú svimjimøguleikar og tílíkt, verður somuleiðis eingin stjørna givin til Torshavn Camping.
«Der er absolut intet på pladsen», ljóða hørðu orðini.
Viðvíkjandi toiletviðurskiftum og øðrum verður ein av seks stjørnum latin; náttúran gevur tríggjar útav seks stjørnum í sambandi við umhvørvi. Men í tí í síðsta bólkinum verða seks av seks stjørnum latnar fyri náttúruupplivingar, og hon vildi fegin givið eina afturat, verður sagt.
Og niðurstøðan er so:
»Camping på Færøerne kan være svært ? men det er hele besværet værd. Ikke mindst er naturoplevelserne i særklasse«.
Eitt gott ummæli fyri nakrar serstakliga vánaligar karakterir. Og fyri tað heilt eitt sindur lættari, verður ein mynd av tjaldingarstaðnum á Eiði prentað við greinini í B.T.