Í morgin tekur Roskilde kommuna, sum tann fyrsta kommunan í Danmark, 20 nýggjar el-bussar í nýtslu. 29. apríl fer eitt ferðalag úr Føroyum við 20 fólkum til Roskilde at síggja og royna hesar bussarnar og at fáa meira at vita um verkætlanina. Í føroyska ferðalagnum eru fleiri borgarstjórar, millum aðrar borgarstjórararnir í Havn og Runavík.
— Tað eru fleiri, ið eru sera áhugað at fáa tílíkar bussar til Føroya. Og møguliga fer tann fyrsti el-bussurin í Føroyum at koyra í nýggja Eysturoyartunlinum, tá ið hann verður tikin í nýtslu. Áhugin er í øllum førum stórur frá pørtunum at royna hetta, sigur Johan Mortensen, ið er ein av stigtakarunum til ferðina.
Landsstýriskvinna og borgarstjórar skulu koyra el-buss
Nógv hevur verið tosað um grøna orku seinnu árini, men ikki so nógv er hent. Men nú heldur Johan Mortensen, at vend er komin í.
— Áhugin tykist vera nógv størri nú fyri at fáa royna aðrar orkukeldur. Eg vænti, at tað fer at henda nógv innan hetta økið í næstum, sigur Johan.
Hann hevur saman við Árna Jakobsen, stjóra í SMJ, tikið stig til vitjanina í Roskilde 29. apríl. Við í føroyska ferðalagnum vera millum annað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við orkumálum, umboð fyri SEV, Strandfaraskip Landsins, borgarstjórarnir í Havn, Runavík og Klaksvík eins og umboð fyri aðrar kommunur.
— Á ferðini skulu vit vitja hjá Movia, sum svarar til Strandfaraskip Landsins í Føroyum. Vit skulu koyra við bussunum, síggja løðistøðina og annars fáa frágreiðing um verkætlanina. Vit skulu eisini síggja eina el-ferju, sum er í Keypmannahavn, sigur Johan.
Góðar royndir við el-bussum í Reykjavík
Hann vísir á, at nógv hendir innan el-orku í hesum døgum.
— Í Reykjavík tóku tey einar 12-15 el-bussar í nýtslu í november í fjør, og sum eg havi skilt, eru tey sera væl nøgd við royndirnar higartil. Í Helsinki skulu tey taka fleiri el-bussar í nýtslu í september. Tað er ein fyritøka í Kina, sum framleiðir busarnar. Hon er heimsins størsti framleiðari av el-bussum, og teir framleiga 300 bussar um mánaðin. Teir vóru áður ein av størstu framleiðarum av dieselbussum, so teir hava lagt um, sigur Johan Mortensen.