Sohvørt borurin á Anne Marie leiðini á føroyska landgrunninum grevur seg longur og longur niður í undirgrundina økist spenningurin – ikki minst tí vónirnar til eitt fund hava verið rímuliga høgar undan boringini.
Leysasøgurnar, sum ganga í løtuni, eru nógvar. Hvørjar av hesum søgum eru tær beru gitingar ella verulig fakta er ilt at skilja ímillum og fáa nakra sum helst vissu fyri. Men nakað av tí, sum Sosialurin hevur frætt frá keldum, kundi bent á, at ENI hevur rakt við gass í síni boring, og sum skilst verður hetta kannað í løtuni. Men søgurnar siga kortini einki um, hvørt hetta er í rakstrarverdugum nøgdum ella ikki, hvussu góðskan er osfr. Tí ber als ikki til at siga í løtuni, um nakað fund er gjørt á føroyska landgrunninum út frá verandi upplýsingum. Tað er nevniliga ikki óvanligt heldur at raka við smærri nøgdir av gassi, tá borað verður í undirgrundini.
Í basaltinum
Hinvegin kann gass tíðliga ella miðskeiðis í eini boring eisini geva ábendingar um, at olja møguliga er undir ella longur niðri. Onkur kelda við vera við, at borað er gjøgnum basaltfláir, men at tað eisini er óvist, um fleiri slíkar eru longur niðri.
Hyggja vit eftir fundinum hjá Chevron hinumegin markið á Rosebank/Lochnagar leiðini ikki so langt frá, har borað verður í Føroyum í løtuni, so vórðu kolvetni heldur óvæntað funnin í basaltløgunum.
Spurningurin, sum tí er relevantur og náttúrligur at seta í sambandi við ENI brunnin á føroyska landgrunninum, er, um tað kann hugsast, at gass og møguliga eisini olja eru í basaltløgunum.
Jarðfrøðin líkist
Stjórin í ENI vísti á Oljutinginum herfyri á ta sannroynd, at kolvetni eru funnin á Rosebankleiðini, ikki so langt frá økinum, har West Phoenix nú borar og vónaði harvið, at hetta eisini fór at henda føroysku megin markið. Eisini varð víst á, at jarðfrøðin í hesum økinum tykist vera rættiliga eins.
Hann upplýsti eisini, at tað eru ikki færri enn seks mál í ENI boringini, og tá borast skal í umleið ein mánað aftrat mugu vit rokna við, at West Phoenix boripallurin enn ikki hevur rakt við hesi ella flestu av hesum málum. Tá stingur spurningurin seg upp, um gass longu í basaltfláum er komið ávart á borifólkini og kanska tikið tey á bóli. Men tað er framvegis “early days” í boringini, eisini tá hædd verður tikin fyri, at tað als ikki varð borað í knappan mánað vegna ábøtur á trygdarventilin.
Ongar viðmerkingar
Sosialurin hevur vent sær til Jarðfeingi við hesum spurningum. Petur Joensen, stjóri hevur tó onga viðmerking. ENI hevur sum vera man heldur onga viðmerking. Stjórin har hevur eisini fyrr sagt frá, at teir koma ikki út við nøkrum upplýsingum fyrr enn boringin er liðug og tey hava eftirmett alt tilfarið. Boringin er sum skilst sett til at enda seinast í oktober.