- Tað verður ikki í mínari tíð, at tilmælið um at lata vera við at eta grind, verður afturtikið. Tað staðfestir Pál Weihe, granskari, sum stóð á odda fyri kanningum, sum nakað síðani endaði við, at mælt verður frá at eta grind, tí hon er so illa dálkað av tungmetalum.
Hóast nýggjar kanningar geva greiðar ábendingar um, at pcb í grind minkar, sigur Pál Weihe við Rás2, at enn verður ikki talan um at taka tilmælið um at eta grind, aftur.
Ein orsøk til, at tað er minni og minni pcb í grindhvali, er tann einfalda, at minni og minni pcb verður brúkt.
Hann er samdur í, at sum árini ganga, fer minni av pcb at vera í grind, men tað minkar so sera spakiliga, at tað fer ikki at gera nakran sum helst mun tey næstu heilt nógvu árini
Tí fer tað at vera skaðiligt at eta grind í nógv, nógv ár afturat
Samstundis tekur tað 10 ár hjá mannakroppinum at hálvera pcb í kroppinum, so talan er um eina seratakliga drúgva tilgongd.
- So tað verður ikki í mínari tíð, at tilmælið um at eta grind, verður afturtikið, sigur hann.