NSÍ
Manningarligu fyritreytirnar áttu at verið fyri plássið millum tey fremstu. Hóast tað hevur gingið striltið fyrstu umførini, so ætla teir í NSÍ framvegis at blanda seg upp í oddastríðið.
- Í vikuni settu vit okkum fyri, at vit í trimum teimum næstu uppgerðunum skuldu fáa níggju stig. Fyrsta royndin eydnaðist til fulnar, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast í tveimum teimum næstu royndunum, sum eisini verða móti feløgum úr Eysturoy - fyrst á útivølli móti GÍ og síðani á heimavølli móti ÍF.
Hetta staðfesti NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, eftir 2-0 sigurin á EB/Streymi, sum var tann fyrsti á heimavølli í ár.
Má liva við veruleikanum
Eftir fýra tey fyrstu umførini var NSÍ tó triði aftast. Nógv hevur verið tosað í Runavíkar kommunu - í hvssu so er í eystarapartinum - og venjarin legði kortini á borðið í leikskránni:
- Vit kunnu ikki finna nakra umbering fyri ússaliga innsatsin, tí her er eingin umbering! Vit hava í vikuni tosað um tingini fyri at venda gongdini. Vit halda okkum hava vaskað talvuna reina, byrja umaftur og stevna frameftir, tí tað vilja vit.
Tað hevur ikki verið frítt, at tosið í Runavík eisini hevur snúð seg um venjaran og framtíðina hjá honum, um tað aftur kiksaði móti EB/Streymi.
- Sovorðið mást tú sum venjari liva við. Hjá okkum á og kring liðið hevur verið mest týdningarmikið at fokusera á tað, sum alt snýr seg um, og eg eri væl nøgdur við avrikið, sum spælararnir vístu.
Hvat var øðrvísi hesa ferð, enn tað hevur verið?
- Tað hevði týdning, at Jústinus R. Hansen var komin aftur á miðvøllin, eftir at hann hevur verið skaddur. Christian Høgni var sera væl upplagdur á toppinum, og eg eri væl nøgdur við verjuavrikið. Hugburðurin var rættur, og okkara menn vunnu fleiri nærdystir og stríð um returbóltar, enn teir hava gjørt tær undanfarnu ferðirnar. Serliga í Gundadali móti HB var hetta heilt galið, heldur NSÍ venjarin.
Christian Høgni liðformaður
Burtursæð frá at Jústinus R. Hansen var komin fyri seg eftir langan skaðasteðg var NSÍ liðið einki broytt. Veteranarnir vóru allir afturvaldir, og fleiri av evnaríku ungu monnunum - eitt nú Jóhan Troest Davidsen og Hjalmar Dalbúð - vóru á beinkinum.
- Í sovornum støðum eiga eldru spælararnir at ganga undan, og tað gjørdu teir hesa ferð, heldur NSÍ venjarin.
Einasta eyðsýnda broytingin sammett við undanfarnu umførini var tann, at Jens Martin Knudsen ikki hevði bandið hjá liðformanninum. Tað var flutt frá aftasta manninum og fram til fremsta mannin. Sunnudagin var Christian Høgni Jacobsen liðformaður.
- Onkur helt, at tað kanska ikki var rætt, at málverjin var liðformaður. Tí gjørdu vit av at hava atkvøðugreiðslu um sessin. Tað var um reppið, at Jens Martin varð afturvaldur, men valið fall á Christian Høgna, og avrikið hjá honum sunnudagin vísti, at tað avgjørt ikki darvaði spælinum hjá honum. At Jens Martin framvegis er stinnur millum stólparnar bar væl til at staðfesta móti EB/Streymi, sigur væl nøgdi venjarin, sum - í hvussu so er fyribils - er sloppin av við krepputosið kring NSÍ.