Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara? og Navigatørfelagi, sigur, at málið, sum úrskurðurin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er bygdur á, er málið sum var í sambandi við, at Skipara? og Navigatørfelagið ikki fekk ein sáttmála fyri Brimil í síni tíð.
Tað endaði við verkfallið. Ellintur greiðir frá, at fimm av limum felagsins eisini vóru arbeiðsleysir tá.
So hendi tað, at Tjaldrið ein dag ikki hevði nakran stýrimann. Skipara? og Navigatørfelagið noktaði limum sínum at søkja arbeiðið, fyriuttan teimum fimm arbeiðsleysu monnunum.
Fyrstu ferð tað var gjørt hendi einki. Men aðruferð felagið noktaði limum sínum at søkja, fyrr enn málið um Brimil var komið í rættlag, varð tað drigið í fútarættin, sum noyddi limirnar aftur til arbeiðis.
? Teir fóru so til arbeiðis, og tað var ikki meiri at gera við tað málið. Men seinni kom málið inn fyri Føroya rætt. Og teir góvu okkum fult viðhald. Vit høvdu allan rætt til at fara í verkfall og at nokta limum okkara at søkja arbeiðið, staðfestir Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur tó, at málið enn einaferð varð skotið inn fyri rættin, hesuferð Eystara landsrætt.
? Teir søgdu, at vit høvdu ikki loyvi at nokta limunum at søkja arbeiðið, tí verkfallið var ólógligt. Og tað dugdu vit væl at síggja, at um verkfallið var ólógligt, so var fylgjandi forboð tað eisini, greiðir Ellintur frá.
Men framvegis er málið ikki avgreitt. Føroya Skipara? og Navigatørfelag hevur søkt um at fáa eina avgerð frá hægsta rætti.
? Vit hava framvegis ikki fingið nakað svar, men eg havi skilt á lagnum, at tað fer at lata seg gera. So vit bíða eftir endaligu avgerðini, sigur Ellintur Abrahamsen at enda.
Púra burturvið
Skipara? og Navigatørfelagið er eitt av teimum 16 yrkisfeløgunum, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, sum sæst aðrastaðni á síðuni.
? Vit eru ímóti, at fútarætturin verður drigin inn í mál, sum snúgva seg um føroyska arbeiðsmarknaðin. Serliga tí, at málini so verða avgjørd eftir lógum, ið eru galdandi fyri danska arbeiðsmarknaðin. Og tær lógirnar eru ikki galdandi í Føroyum, vísir Ellintur Abrahamsen á.
Hann sigur víðari, at málini eisini verða avgjørd av fólki, sum vita alt um danska arbeiðsmarknaðin, men einki um tann føroyska. Tí eru tey ikki før fyri at koma við einum nøktandi dómi.
? Vit eru ímóti, at danskar reglugerðir, sum ikki eru galdandi her á landi, skulu avgerða mál her á landi, sigur Ellintur.
Spurdur hvat so átti at verið gjørt í stríðnum um føðideildina og við ólógliga verkfallið, svarar Ellintur Abrahamsen, at partarnir áttu at funnið eina semju sínamillum.
? Partarnir áttu at tosað saman. Tað kann vera, at tað eru nakrir trupulleikar, men veruligu trupulleikarnir koma ikki fyrr enn partarnir gevast at tosa saman. Og um tað ikki letur seg gera, so vilja vit undir øllum umstøðum mótmæla, at málið verður flutt í fútarættin, sigur hann.
Ellintur Abrahamsen skoytir tó uppí, at hetta er eitt stríð ímillum tvey fakfeløg og leiðsluna á sjúkrahúsinum. Og at hendan ósemjan hevur verið leingi á veg.
? Eg haldi, at fakfeløgini ikki hava dugað nóg væl at finna loysnir. Málið hevur tikið langa tíð, uttan at nakað ítøkiligt er hent. Tað er skyldan hjá fakfeløgunum at finna góðar loysnir, og tað haldi eg ikki, at tey hava gjørt í hesum førinum, slær Ellintur Abrahamsen at enda fast.