Málið hevur skund - sáttamáli fyri 3 ting

Marknaavtalan er um at koma uppá pláss. Tað hevur eisini skund, tí hon skal viðgerast í trimum tingum

VERULIGA startskotið til eina føroyska oljuvinnu varð loyst av, tá danir fyrst í 90-unum gingu við til at lata føroyingum rættin til ráevni í undirgrundini. Tá høvdu føroyingar samráðst við danir síðani miðskeiðis í 70-unum um eina loysn í hesum fyri Føroyar so týdningarmikla máli. Í hesum tíðarbili hópaðu umsóknirnar frá altjóða feløgum um loyvi til kanningar á føroyska landgrunninum seg upp á borðinum hjá løgmanni í Tinganesi. Tá tað so gjørdist greitt, at danir góðtóku, at føroyingar eiga rættin til møgulig ráevni í undirgrundini, fór maskinan í gongd. Frá føroyskari síðu varð skjótt borið at, sett varð út í kortið frá politiskari síðu og nevndir vórðu settar at fyrireika bæði forkanningar, oljulóggávu ol.


NÚ vit eru um at fara úr 90-unum og inn í eina nýggja øld er enn eingin borur settur í undirgrundina. Onkur heldur helst, at tað er gingið alt ov seint, onnur halda, at vit hava havt brúk fyri neyðugu tíðini at fyrireika okkum væl og virðiliga. Helst eru báðar hesar útsóknir sannar. Men veruliga orsøkin til, at málið líkasum er komið í drag, er óloysti marknaspurningurin. Ósemjan við bretar um markið millum londini hevur sett ein kíla inn í hjólini, sum annars fóru at mæla so væl fyrru helvt av 90-unum. Nú sýnast so at vera útlit fyri, at marknatrætan verður loyst, soleiðis at meiri ferð aftur kann setast á. Tað ljóðar, at ein avtala verður undirskrivað kanska í hesum mánaðinum ella í apríl. Og tess fyrr tess skjótari kann skjøtil verða settur á arbeiðið uppá 1. útbjóðingina. Oljumálaráðharrin segði í tinginum herfyri, at so skjótt henda avtala varð undirskrivað, fór hann at seta øll segl til fyri at fáa ferð á arbeiðið við útbjóðingini.


TAÐ er greitt, at málið nú hevur skund. Tí ein marknasáttmáli skal jú góðkennast bæði á løgtingi, á fólkatingi og í bretska parlamentinum. Seinasta freist at leggja mál fyri tingið er útrunnin, men møguleiki er at fáa mál við seinni, um 17 tingmenn atkvøða fyri tí. Fólkatingið fer til hús 5. juni og kemur ikki saman aftur fyrr enn í oktober. Sum skilst skal slíkur sáttmáli ikki til viðgerðar í bretska parlamentinum men bara leggjast fram og so góðkennast. Eingin ivi er um, at okkara fólk og bretsku embætisfólkini gera alt tey kunnu fyri at fáa sáttmálan kláran, so hann kann leggjast fyri tingini í næstu framtíð. Vit kunnu so bara vóna, nú tað eru gingið so nógv ár við at loysa hesa trætu, at sluttspurturin verður góður, og at báðir partar koma á mál í senn.