Málmaðurin skeyt trý mál

Hondbóltur: KÍF var ikki verra liðið í fyrra hálvleiki, men tapti kortini stórt móti Kyndli, sum átti allan seinna hálvleik. Hans á Lag gav orðinum »mál«maður ein nýggjan týdning við at skjóta trý av slagnum

KÍF-Kyndil 17-29 (10-11)


Málmaðurin Hans á Lag var millum toppskorararnar, tá Kyndil í seinna hálvleiki gjørdi KÍF til statistar í høllini í Vestmanna.

Fyrri hálvleikur hevði verið javnur, og hóast Kyndil vann hann 11-10, vóru teir ikki betri enn KÍF fyrsta hálva tíman. Men í seinna hálvleiki setti Kyndil ferð á, kollfirðingarnir duttu burturímillum í væl gjøgnumførdu systemunum, og havnarmenn vunnu seinna hálvleik so mikið sum 18-7.

Tað sást, at Kyndil hevur nógv fleiri streingir at spæla uppá, og eitt gott dømi um hetta er, at Hannis Wardum, sum spældi so væl móti Neistanum fyrr í vikuni, bert skeyt eitt mál hesaferð. Beiggi hansara Uni bleiv toppskorari við seks málum, Regin Petersen skeyt fimm, og Hans-Áki Dahl-Christiansen, sum við sínum avriki í seinna hálvleiki var millum teir bestu hjá Kyndli, skeyt fýra. Síðani komu nakrir við trimum málum, teirra millum málverjin Hans á Lag, sum byrjaði við einum brotskasti og síðani skoraði frálíkt úr spískum vinkli frá vonginum, eftir at hann hevði sníkt seg fram við frameftir síðulinjuni. Síðsta málið skeyt hann útifrá, tá KÍF langt síðani hevði mist hugin at verja.

Serliga var tað syndarligt at síggja KÍF-verjuna, sum dysturin leið. Tað kom meir enn einaferð fyri, at menn blivu »gloymdir« og tí høvdu lætt við at skora móti fyrst Óla Kristian Djurhuus og seinni Per Joensen, sum kom í málið og eisini hevði nakrar góðar bjargingar, men sum ofta bleiv fullkomiliga seldur av verjuni hjá sær.

Men tað er ikki rætt at siga, at tað bert var verjan hjá KÍF, sum sveik. Sum seinni hálvleikur leið, og munurin øktist, bleiv spælið hjá Kyndli meira frítt, og í løtum var tað rein uppvísing, tá teir taðaðu KÍF-verjuna sundur við sínum systemum, ið sum oftast endaðu við, at Hans-Áki avsluttaði og skoraði.

Jacob Jónsson byrjaði sum so ofta fyrr uttanfyri, men so skjótt hann kom inn, fór KÍF at mansverja hann, men so fór hann bara útaftur. Kyndil valdi hinvegin ikki at mansverja Allan Mørkøre, sum heldur ikki fekk tað stóra burturúr móti málmonnunum hjá Kyndli, sum báðir stóðu væl. Serliga Hans á Lag, sum eisini vísti, at hann kann brúkast sum útispælari, um tað nú skuldi blivið neyðugt hjá Kyndli, men eisini Petur Magnússon, sum vanliga er sterkastur, tá skotið verður frá vonginum, men ikki dámar so væl langskotini, bjargaði eisini fleiri ferðir, tá KÍF skeyt útifrá.

Sum dysturin leið, bleiv tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin bleiv, og hóast Kyndil ikki kom upp á 30 hesaferð, var tað fyri teir heldur ikki so galið at styrkja sær um málmunin, tí hann kann fáa týdning seinni, tá endaliga støðan skal gerast upp.

Hjá KÍF ræður bert um at koma víðari og gloyma seinna hálvleik sunnudagin, tá tað í roynd og veru bert var eitt lið á vøllinum.