Málslúkurin Finnur: - Í dag byrjar dreymurin

Hóast hann bara er 22 ára gamal, so hevur hann longu skotið omanfyri hálvthundrað mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Hann hevði ein dreym um starvast sum fulltíðar fótbóltsleikari, og frá í dag av livir hann dreymin. Í morgun setti Finnur Justinussen seg í flogfarið við kós ímóti Jönköping, har hann næstu trý árini hevur fulltíðarsáttmála

Tað hevur áður verið boð úr Svøríki eftir Finni Justinussen, men ikki fyrr enn hesaferð spurdist álvari burturúr. Tað var longu beint eftir kappingarárið í fjør, at svenska felagið, Jönköping Södra, sum spælir í næstbestu deildini har, setti seg í samband við hann. Hann var til royndarvenjing í felagnum, gjørdi venjararnar hugtiknar og fekk bjóðað ein tvey ára sáttmála við møguleika fyri at leingja hann við einum ári. Finnur tók av.

Býarins felag
Sunnaliga í Svøríki liggur Jönköping við sínum beint omanfyri 100.000 íbúgvum. Ein fótbóltsglaður býur við nógvum smáum fótbóltsfeløgum, men felagið, ið flest øll standa saman um, er Jönköping Södra. Felagið, sum endaði á einum 12. plássi farna kappingarár, hátíðarheldur í ár sín 80 ára føðingardag, og sum liður í hesum hava teir sett sær sum mál at spæla í bestu deildini tveu ella trý ár. Ein, sum leiðslan hevur ognað sær fyri at røkka hesum máli, er Finnur Justinussen.

Letur væl at
Finnur fór í morgun til Svøríkis, har hann beinanvegin byrjar at taka lut í venjingunum hjá Jönköping Södra fram ímóti nýggja kappingarárinum, sum byrjar fyrst í apríl. Hann hevur verið í býnum og gleðir seg at koma aftur hagar.
- Eg fekk eina góða kenslu, fyrstu ferð eg var har. Jönköping Södra er eitt lítið familjufelag, ið dámar væl at brúka heimligar leikarar. Komandi kappingarár verður tað umframt meg bara ein íri, sum eru útlendskir leikarar í felagnum. So ein kann siga, at leikarar eru hepnir at koma hartil, skemtar Finnur, sum hevði tilboð úr somu deild, men hevði bestu kensluna av Jönköping Södra og valdi tað felagið.

Skjeyt fýra mál
Í vetur var Finnur Justinussen til royndarvenjing í felagnum, og sigast má, at hann veruliga tók av møguleikanum. Hann skjeyt ikki færr enn fýra mál í einum venjingardysti, sum Jönköping Södra vann heili 12-0.
- Men tað er ilt at siga, hvussu støðið er. Í byrjunaruppstillingini vóru bara fýra leikarar úr felagnum, meðan allir hinir vóru – eins og eg – til royndarvenjing. Men eg haldi. at støðið var rímiliga høgt, og eg tori at siga, at tað er hægri enn í Føroyum, sigur Finnur.

Mennast sum áleypari
Vit spurdu Finnur, um felagið hevur givið honum nakrar ábendingar um, hvat teir beinleiðis vilja við honum. Og jú, tað hevði felagið.
- Teir hava toppskjúttan í deildini í álopinum, men hann er ein lítil og tekniskur áleypari. Eg eri ætlaður at vera mótspæl til hansara, ein meiri beinleiðis og avgjørdur áleypari. Ein, sum kann taka bóltin til sín. Tað er tað, ið teir ætla at menna við mær, sigur Finnur.
Hann heldur tað vera ein orsøk til, at teir hava skriva ein so langan sáttmála við hann, men hann er tó eyðmjúkur.
- Eg ætli mær at bíta meg fastan á liðið so skjótt tilber, men eri greiður yvir, at tað kanska tekur ein ella tveir mánaðar, og at tað krevur hart arbeiði, sigur Finnur.

Dreymurin er landsliðið
Sum hjá so mongum øðrum føroyskum fótbóltsleikarum, so hevur ein fótbóltstilvera í útheiminum altíð verið dreymurin hjá Finni.
- Jú, tað hevur altíð verið mín dreymur. Og nú eg fekk møguleikan, so loypi eg bara út í tað, sigur Finnur, sum tó hevur ein enn størri dreym.
- Mítt avgjørda mál er at koma á landsliðið. Tað er tann størsti dreymurin, sum kemur beint frammanfyri at spæla uttanlands, sigur Finnur.
Hóast at hava verið toppskjútti í Vodafonedeildini í tvey kappingarár, og hóast at nógvar røddir hava verið frammi um, hvussu løgið hetta seinna er, so hevur hann enn ikki fingið møguleikan á føroyska landsliðnum. Hann hevur tó verið fastur partur av U21-landsliðnum áðrenn hann gjørdist ov gamal at leika við har.




Pápin: - Arbeiðssamur og viljasterkur

Finnur Justinussen er sonur ein navnframan fótbóltsleikara, sum – eins og Finnur – var tiltikin fyri sítt máltev. Ígjøgnum trý áratíggju, fleiri enn 200 dystum og einari ørgrynnu av málum, var Símun Petur Justinussen við til at mynda føroyskan fótbólt. Hann leikti øll síni virknu 16 kappingarár við GÍ, og er tað eisini ein erpin pápi, vit hittu til eitt prát um sonin, nú hann flytir av landinum at liva av fótbólti.

Arbeiði og vilji
Vit løgdu út við at spyrja Símun Petur, sum hevur fylgt soninum alla leiðina, um hvat hann metti vera høvuðsorsøkina til, at Finnur nú nær út um landoddarnar at spæla fótbólt.
- Tað er fyrst og fremst viljin. Hann hevur altíð viljað fótbólt, sigur Símun Petur, áðrenn vit flyta okkum inn á vøllin og tosa um evnini á sjálvum fótbóltsvøllinum.
- Hann veit júst, hvar hann skal vera. Hann dugir ótrúliga væl at lesa spælið av og hevur eisini gott máltev, sigur ein erpin pápi um sonin.

Rætta felagið
Símun Petur er glaður fyri, at Finnur valdi júst Jönköping Södra.
- Eg meti tað vera eitt gott felag fyri hann. Hann hevur roynt Svøríki áður, og veit hvat hann kemur til. Gott nokk er hetta næstbesta deildin, men eg meti hetta vera gott støði til føroyingar. Heldur koma til eitt smærri felag og arbeiða seg uppeftir, enn at koma til eitt stórt felag og so kanska detta niðureftir, vísir Símun Petur Justinussen á.