FIFA hevur ný váttað, at máltøkni verður nýtt, tá HM kappingin í fótbólti verður spæld í Brasil í 2014.
Tað skrivar eitt nú BBC Sport.
Skipanin varð roynd við hepni við Club World Cup í desember, og verður eisini nýtt við Confederations Cup í summar.
FIFA forsetin, Sepp Blatter, hevur fyrr mælt til at skipanin verður nýtt til komandi HM í Brasil.
Blatter hevur strongt á at fáa máltøkni heilt síðani hann sá eitt lógligt Frank Lampard mál kolldømt í tapinum hjá Onglandi móti Týsklandi við HM í 2010.
Aftan á dystin bað hann um umbering fyri mistakið hjá uruguayska dómaranum, Jorge Larrionda. Hann segði, at máltøkni er neyðug eftir eina umstrídda hending í 1-0 sigrinum hjá Onglandi á Ukraina við EM 2012.
Bæði Goalref og Hawkeye vórðu brúkt við Club World Cup, og bæði hava FIFA góðkenning.