Mátari hjá Landsverk sigur upp í 82 m/s

Men tað er ólag, sum ger tað

Fleiri føroyskar heimasíður hava beinleiðis tilknýti til koyrilíkindini hjá Landsverk, men mangan kann tað vera vandamikið, tí uttan menniskjaligt eftirlit er skjótt, at følsk boð koma út 

 

Soleiðis var fyri løtu síðani, tá ið mátarin hjá Landsverki á Norðadalsskari segði upp til 82 m/s. Tað var tó eitt mistak, tí tá mátarin automatisk uppdateraði 10 minuttir seinni fóru tølini niður aftur til 36 m/s, sum er áleið tað, sum mátingarnar liggja um aðra staðni í landinum. 

 

Hjá Landsverk siga tey í morgun, at tað kemur javnan fyri, at mátararnir sláa út á ein óveruligan hátt, men oftast rættar trupulleikin seg eftir nakrar minuttir. Einaferð í vár var tó veruligt ólag á einum mátara, tá ið tað var stilli um alt landið, men ein mátari segði frá stormi upp í 45 m/s. Tá fóru fólk hjá Landsverki á staðið at rætta mátaran.