Hóskvøldið 28. februar byrjar evangeliska møtirøðin »Hvat, Hvussu & Hví?« í Oasuni í Hoyvík, sum ungdómur í samkomunum: Lívdin, Oasan og Filadelfia skipa fyri saman. Møtini verða hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld, øll kvøldini kl. 21.
Hóskvøldið er evnið Hvat?, talari er Dánjal Petersen, fríggjakvøldið er evnið Hvussu?, talari er Tóri Slættalíð, og leygarkvøldið er evnið Hví?, talari er Hallur av Rana.
Fyrireikararnir siga, at teir vænta nógv fólk til hesi møtir, har øll eru vælkomin.