Millum 300 og 400 fólk vóru til móttøkuna, sum byrjaði kl. 14, tá fíggjarstjórin Jóannes Mouritsen beyð øllum at vera vælkomin. Síðan sang Petur Háberg frá Bet You Are Williams. Eftir at stjórin Jan Danielsen hevði hildið røðu, sungu Beddi og Hallur countrysangir.
Jan Danielsen fortaldi ymiskt áhugavert um Sólbjørn, hann segði m.a, at tað hevur stóran týdning fyri Vøruhúsið at hava ein mann sum Sólbjørn í starvi, hann kennir nógv fólk og hevur gott fólkatekki. Sera væl liggur fyri hjá honum at selja, tað kennist, sum tað eru viðfødd evnir.
Jan Danielsen sigur, at ætlanin er, at Sólbjørn í framtíðini skal koma meira út til kundarnar.
Sólbjørn byrjaði tann 1. mars 1984 hjá Litaval, sum tá helt til í Brekkutúni í Hoyvík, har sum Fornminnissavnið er í dag. Síðan fyrst í 90-unum hevur Sólbjørn verið leiðari á gólvdeildini.
Vit fingu orðið á Sólbjørn í telefonini í morgun, tá var hann í Keypmannahavn í handilsørindum saman við stjóranum Jan Danielsen. Sólbjørn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið fríggjadagin og gjørdu dagin so hugnaligan.