- Eg trúgvi at hetta samstarvið fer at gagna bæði Húsar og Klaksvíkar kommunu, og eri eg spentur til samstarvið, ið vit fara hava fram til tí formellu samanleggingina í 2017.
Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá in.fo fekk fatur á honum stutt eftir at avtalan um kommunusamanlegging millum Húsar og Klaksvíkar kommunu varð undirskrivað.
Ein natúrligur partur av samanleggingini er, at skattaprosenti í Húsum og Syðradali verður tað sama sum í restini av kommununi. Talan er um eina skattahækking á 4,25 prosent hjá íbúgvunum í Húsar kommunu.
Jógvan Skorheim metir tó, at gerandisdagurin hjá borgarunum ikki broytist nakað serligt av samanleggingini.
- Borgarar fara ikki at føla ein stóran mun. Gerandisdagurin fer at ganga fyri seg sum vanligt í Klaksvík, Húsum og Syðradali. Man hevur heldur ikki sæð nakran mun í Mikladali ella Svínoy, ið eisini eru partar av Klaksvíkar kommunu. Tað samanleggingin ger, er at vit sum kommuna verða sterkari og tosa við einari rødd um okkara avbjóðingar.
Til hátíðarhaldið vóru tað fleiri fólk, ið fegnaðust um hvussu væl tilgongdin til samanleggingina hevur verið. Sjálvur metir Jógvan Skorheim, at orsøkin er, at fólkið var við.
- Tað sum vit hava gjørt, og sum er so umráðandi, er at taka ta tíð, ið skal til, vera opin og lata fólk fáa møguleikan at stilla spurningar. Man má ikki tvinga eina samanlegging gjøgnum, bara fyri at leggja saman. Man má hava fólkið við sær.
Spurdur at enda, um Klaksvíkar kommuna nú var sinnað at fara undir fleiri samanleggingar, var borgarstjórin skjótur at svara, at tað er upp til hinar kommunurnar.
- Sjálvandi, vit eru altíð til dystin fús, og um tey hava eitt ynski um tað, so vilja vit gjarna fara inn í einum tilgongd og gera tað soleiðis, at Norðuroyggjar verða sterkari.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.
- Má hava fólkið við sær

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.

Magni Garðalíð og Jógvan Skorheim.