Maðurin aftan fyri stórt jólahitt small á palli

Maðurin, ið skrivaði og sang Driving Home for Christmas, er ikki ungur ella frískur longur.

Chris Rea er kendur fyri at hava skrivað, spælt og sungið nógv góð løg, og í hesum døgum hoyra vit hann javnan við jólalagnum Driving Home For Christmas.

 

 

Leygardagin skuldi 66 ára gamli Chris Rea spæla eina konsert, men tá hann fór til mikrofonina, sást vinstra hond hansara rystast og knappliga fall hann saman.

 

 

Sjúkrabilur kom á staðið og Chris Rea varð koyrdur á sjúkrahús.

 

 

Hann hevur áður havt trupulleikar við heilsuni og í fjør hevði hann hjartatrupulleikar.

 

 

Rea eigur og syngur nógvar kendar sangur, t.d. The Road to Hell, I Can Hear Your Hertbeat og Auberge og On the Beach.