Mong kenna navnið úr føroyska tónleikaheiminum. Har er hann ikki at koma uttan um. Men nú kennir nærum hvørt mansbarn í Føroyum navnið, tí nú er gerandiskostur at hoyra í Útvarpinum, at Finnur Hansen hevur staðið fyri tøkniliga partinum av sendingini.
Men kanska vita ikki øll, hvør Finnur Hansen er.
Tað er eingin loyna, at ofta eru tey dugnaligastu fólkini aftanfyri almennu persónarnar. Og tøkniliga síðan krevur dugnaskap, men verður av teim flestu tikin sum sjálvsagdur lutur.
Nú skal ikki takast ov rívan til, men at Finnur Hansen telist millum fremstu tónleikasnillingar í landinum er ikki ov nógv sagt. Hann er við á sera nógvum tónleikaútgávum og hevur eisini verið framleiðslustjóri á fleiri útgávum.
Serstakliga er tað við tangentarnar, at vit finna hann. Men eisini við teldurútin, har ein við dagsins tøkni bæði kann fáast við tónleik og stýra tøknini.
Byrjanin
Søgan byrjar langt afturi, men Finnur er ein av teimum, ið á ungum aldri stovnaði bólkin Plúmm. Bólkurin av unglingum, ið skjótt vaks seg stóran til at gerast bólkurin við størstu tónleikasnillingum í landinum.
Síðani hevur hann spælt við teimum flestu og í nærum øllum samanhangum. Men nærum altíð sum tónleikari. Aftanfyri. Vit kunnu nevna nøvn sum Jóannes Jacobsen, Robert McBirnie, Frændur, Kára P. og Lenu, fyri at nevna nøkur.
Lív
Hann hevur lisið livfrøði og arbeitt hjá Landsdjóralæknanum, í Hoydølum og á Fiskirannsóknarstovuni.
Tá so ein tøkningur í ÚF fór í annað starv, fekk Finnur møguleikan og honum dámar væl. Hann arbeiðir nógv á tónleikaligu síðuni, men er annars partur av vanligu vaktarskipanini og er glaður fyri starvið aftanfyri rútin. Aftanfyri knøttaborðið.
Finnur er maðurin aftanfyri manga útgávu, aftanfyri mangt livandi tónleikaupplivilsi. Og nú er hann maðurin aftanfyri knøttarnar.
Ert tú t.d. millum teirra, ið nú fríggjamorgun klokkan umleið 07:50 hoyrir útvarpsrøddina lesa upp úr júst hesum blaðnum, ið tygum sita við, so er tað Finnur, ið situr aftanfyri knøttarnar og syrgir fyri, at útvarpslurtið gevur ljóð.