Macron ávarar Hvítarussland móti at blanda seg í kríggið í Ukraina

Emmanuel Macron hevur í einari telefonsamrøðu í dag ávarað forsetan í Hvítarusslandi, Alexander Lukashenko, móti at blanda seg í kríggið hjá Russia í Ukraina.

 

Emmanuel Macron, sum er sæst saman við russiska forsetanum, Vladimir Putin, hevur sambært AFP ávarað Alexander Lukashenko móti at blanda Belarus upp í kríggið í Ukraine. (Savnsmynd)

Tað sigur ein kelda nær Macron sambært AFP.

Telefonsamrøðan í dag er sambært tíðindastovuni fyrsta almenna samrøðan millum teir báðar forsetarnar síðani russiska innrásina í Ukraina í februar 2022.

 

 

 

Emmanuel Macron, sum er sæst saman við russiska forsetanum, Vladimir Putin, hevur sambært AFP ávarað Alexander Lukashenko móti at blanda Belarus upp í kríggið í Ukraine. (Savnsmynd)