Macron kallar hjálandatíðina eitt stórt mistak

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallaði um vikuskiftið í eini røðu hjálandatíðina fyri »eitt álvarsamt mistak«.

Tað segði hann undir eini vitjan í Fílabeinsstrondini, sum er fyrrverandi franskt hjáland.

– Tað, sum fylgdi við hjálandatíðini, var eitt álvarsligt mistak og feilin eigur Frankaríki, segði Macron.

Samstundis mælti hann til, at vit »nú fara undir eitt nýtt kapittul« í sambandinum millum Frankaríki og Fílabeinsstrondina.

Undir franska forsetavalstríðnum í 2017 skapti tað órógv, tá Macron segði, at kolonialiseringin av Algir var »eitt brotsverk ímóti mannarættindunum«.

 

/ritzau/AFP