Mads er seldur til Varbergs BoIS

Betri deildin menn: Mads Borchers er seldur til svenskan fótbólt

HB boðar í dag frá, at felagið hevur selt Mads Borchers til svenska Varbergs BoIS. Danski áleyparin hevur spælt í HB í eitt hálvt ár, eftir at hava spælt við 07 Vestur áðrenn.

 

- Avtala er gjørd millum HB og svenska felagið Varbergs BoIS um sølu av Mads Borchers. Hóast tað altíð er keðiligt at missa sínar bestu spælarar, eru vit í HB errin av, at vit enn einaferð kunnu senda spælarar víðari út í heim at fylgja dreyminum um eina yrkisleið. Hetta hevur í nógv ár verið eitt mál hjá felagnum, skrivar HB.

 

Prísurin verður ikki upplýstur, men sigst liggja millum eina hálva millión krónur og eina millión krónur. Mads Borchers hevði sáttmála fyri komandi ár eisini.

 

- Fíggjarliga er hetta ein góð avtala fyri HB, tá vit fáa eina upphædd fyri søluna, umframt at vit hava tryggjað okkum ein prosentpart av møguligari víðarisølu, skrivar HB á heimasíðuni.

 

HB hevur fyri kortum latið Hørð Askham til danska AB Gladsaxe og Daniel Johansen er á veg til Thisted.