Maður kemur í mans stað

Svøríki 52% kvinnur í stjórnini. Ísland 45%. Danmark 30%.

 

Føroyar null prosent.

 

Nógv kjak hevur verið í seinastuni, nú tað bert eru menn, sum sita í landsstýrinum. Men tað er kanska ikki so løgið, tí vit eru einasta land í Evropa uttan kvinnur í stjórnini. Og eitt av heilt fáum londum í heiminum, har bert menn stýra.

 

##med2##

 

Kjakast hevur eisini verið um, at kvinnur mangla í politikki yvirhøvur. Og at vit nú verða samanborin við lond, sum vit helst ikki vilja samanberast við.

 

Í 2020 gav Javnaðarflokkurin á fólkatingi út kanning um javnstøðu millum kynini. Kanningin vísti, groft sagt, at menn eiga Føroyar og ráða í Føroyum. Jørð, skip, fiskirættindi, vinnulív – tað er alt, groft sagt, ogn hjá feløgum, sum menn eiga og stýra.

 

##med3##

 

Í politikki er støðan kend, men kanningin vísti greitt, at jøvn kynsumboðan á uppstillingarlistanum hevur týdning:

 

Tess fleiri kvinnur, sum koma á listan, tess fleiri kvinnur verða valdar.

 

Men tað er ymist hvat fólk halda um, at fleiri kvinnur koma upp á listarnar.

 

##med4##

 

Í sambandi við kanningina spurdu vit fólk, um flokkarnir eiga at hava javna kynsumboðan á listunum. Áleið helvtin av kvinnunum søgdu seg vera samdar ella sera samdar í, at flokkarnir eiga at hava javna kynsumboðan á uppstillingarlistanum. Hinvegin søgdu næstan eisini helvtin av monnunum seg vera ósamdar ella sera ósamdar í útsøgnini. Færri enn fimti hvør av teimum spurdu søgdu seg ikki vita.

 

Kanska eru fólk í veruleikanum ósamd um, hvørt vit yvirhøvur skulu hava javnstøðu...

 

Tað kann í øllum førum staðfestast, at hægsti politiski myndugleikin ikki raðfestir javnstøðu, nú vit eru einasta land í Evropa uttan kvinnur í landsins hægstu leiðslu.

 

##med5##