Løgreglan váttar í morgun, at maðurin, sum í gjár rendi á rundkoyringina í Eysturoyartunlinum er deyður. Tað var klokkan 13.03 at løgreglan sá á vakmyndatólum í Eysturoyartunlinum, at ein bilur rendi á rundkoyringina í tunlinum. Samstundis komu fráboðanir úr tunlinum.
Talan var um ein eldri mann, og umstøðurnar verða nú kannaðar, sigur løgreglan. Enn er ikki greitt, um maðurin er deyður av løstunum, hann fekk, ella um hann fekk eitt anfall og tí rendi á. Hetta verður nú kannað nærri, sigur løgreglan.