Mærsk heldur fram við at endurnýggja flotan hjá felagnum og skal nú skifta út millum 50 og 60 skip.
Tað skrivar Mærsk í tíðindaskrivi í morgun.
Mærsk fer lutvíst at keypa og lutvíst leiga nýggju skipini, sum tilsamans skulu hava 800.000 tjúgufóts containerar.
Skipini verða í ymsum støddum og verða øll sonevnd dual-fuel-skip, sum kunnu sigla við tveimum sløgum av brennievni. Hetta merkir, at skipini kunnu sigla við bæði grønum brennievni og fossilum brennievni.
Sambært Mærsk sleppa nøkur av skipunum at sigla við metanol, meðan onnur sleppa at sigla við flótandi nátúrgassi, eisini nevnt LNG.
Nágreiniliga býtið millum framdriftshættirnar er ikki endaliga avgjørt, stendur í fráboðanini. Tað veldst um lóggávu og útboðið av grønum brennievnum.
Tá skipini eru avhendað verða umleið 25 prosent av flotanum hjá Mærsk dual-fuel-skip, boðar Mærsk frá.