Hvat er MAF
Mission Aviation Fellowship - ella MAF - er ein evangeliskur, felagskirkjuligur missiónsfelagskapur við deildum nærum runt allan heimin.
Endamálið hjá MAF er at geva gleðboskapinum veingir, soleiðis at so mong sum gjørligt fáa møguleikan at hoyra um Jesus sum teirra frelsara.
Fyri gott 2000 árum síðani bleiv boðskapurin um Jesu føðing borin á einglaveingjum eina náttina uttan fyri Betlehem.
Í dag verður evangeliið enn borðið á veingjum, men nú m.a. av teimum uml. 180 flogførunum hjá MAF í 30 londum í 3. heiminum.
350 familjur eru útsendar sum missionerar og arbeiða sum flogskiparar, flogmekanikarar, administrativt starvsfólk við meira.
Aftanfyri hesi standa MAF-USA, MAF-Canada, MAF-Australia og MAF-Europa.
MAF-Europa hevur nationalar deildir í 10 Europeiskum londum,
harav tann eina deildin er Maf-Danmark.
Men MAF er annað enn flogfør. MAF er á høgum tøkniligum støði við telduposti, radiotøkni, satelitnavigering v.m.
Tøkni sum hjálpir menniskjum at hoyra boðskapin um Jesus sum teirra frelsara
hevur størsta áhuga fyri MAF..
Bæði tá flogið verður við læknum, sjúklingum, neyðhjálp, men eisini tá ið flogið verður við prestum, missionerum og evangelistum.
Hvørt sjeynda minutt døgnið runt fer eitt MAF-flogfar á flog eitt ella annað stað runt
í heiminum fyri at flúgva neyðhjálp, hjálparfólk, læknar, sjúkrasystrar, prestar ella evangelistar fram til tey støð har tørvur er á hjálp.
Flogførini flúgva yvir oyðimørkum, frumskógum, fjøllum ella mýridíkum, har flutningur á jørðini er sera torførur og tíðarkrevjandi.
ALLAN CONRAD Á FØROYA VITJAN
Allan Conrad er útsendur sum medarbeiðari fyri MAF (Mission Aviation Fellowship) í Tanzania. Hann hevur síðani oktober 1998 haft ábyrgdina av bilum, bygningum og verkstaði á flogstøðini hjá MAF í Dodoma.
Allan Conrad er føddur í Kina. Foreldur hansara vóru sjálv missionerar, men hann er uppvaksin í Tanzania.
Hann er útbúgvin elektrikari í Danmark, og hevur arbeitt við byggiuppgávum í fleiri ymiskum londum.
Allan tosar eisini bretskt og swahili. Hettar er ein stórur fyrimunur í dagliga arbeiði hansara, har hann stendur á odda at útbúgva og rágeva teir lokalu tanzania-menn so hesir kunna átaka sær at arbeiða sum bilmsmiðir, umsjónarmenn og vaktir.
Allan Conrad er ein fjøltáttaður maður. Heitið so sum prædikumaður, bigrafstjóri og veiðumaður er bara nakað av tí sum sigur frá tí hann fæst við.
Hann elskar Tanzania, og livir fyri at fólkið í Tanzania kann koma til trúgv á Jesus Kristus.
Tí pakkar hann ofta landrowaran við flytbara biografi sínum og koyri?r út til bygdirnar sum liggja rund Dodoma fyri at vísa Jesusfilmin.
Høvuðsuppgávan hjá MAF er júst at bjóða umsorgan fyri menniskjum í bæði andaligari og fysiskari neyð, í umráðum runt allan heim, sum eru sera torfør at koma til.
11. til og við 17. november kemur Allan til Føroya at greiða okkum føroyingum frá um MAF,
og frá MAF arbeiðiði sínum.