Maggie Smith er deyð

Sjón- og filmsleikarin Maggie Smith er deyð, vistu útlendskir miðlar at siga um vikuskiftið.

 

Hon hevur spælt eina rúgvu av kendum leiklutum, eittnú í Downton Abbey og Harry Potter.

 

Hon andaðist á sjúkrahúsi 27. september.

 

Eftir hana sita tveir synir og fimm ommubørn.

 

Smith byrjaðu yrkisleiðina innan leik sum 17 ára gomul.

 

Listin við leiklutum, ið Smith hevur leikt,  er sera langur og í 1989 varð hon á Buckingham Palace av Elizabeth drotning kosin riddari og fekk heitið  “dame”.

 

Dame Maggie Smith gjørdist 89 ára gomul.