Magnetiskir armar

Hevur tú kannað eftir, um armurin er blivin magnetiskur, eftir at tú hevur latið teg koppseta ímóti Covid 19?

Fleiri filmsklipp eru deild á sosialu miðlunum, sum vísa, at myntir kunnu hanga fastar í arminum eftir koppseting.

Fleiri filmsklipp hava verið í umfari á sosialu miðlunum, sum vísa, at myntir og annað hefta móti arminum, eftir at fólk hava fingið prik við koronu-vaksinu. Onkur hevur hildið, at hetta er prógv um, at eitt mikrochip er sníkt inn undir húðina.

 

Milliónir av fólki hava hugt at filmsklippum, ið mótstøðufólk móti koronavaksinum hava lagt út, og sum eru spjadd á netinum í rúkandi ferð.

 

Fleiri serfrøðingar hava roynt at víst hesum aftur. Teir hava millum annað víst á, at onki korona-koppingarevni hevur magnetiskt metall í sær. Og nálirnar, ið verða brúktar, eru sera tunnar og kunnu ikki rúma einum magnetiskum partikli, sum er nóg sterkur at halda einari mynt.

 

Eisini bólkurin ”Spyr ein lækna um korona” hevur fingið spurningin, um armurin verður magnetiskur eftir koppsetingina.

 

##med2##

 

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, gjørdi sær ómak at svara einum spurningi frá einum, ið hevði upplivað, at armurin var vorðin magnetiskur eftir koppsetingina, tí ein mynt hekk føst, har prikið var givið.

 

Hann gjørdi ein lítlan film, sum vísti, at myntir ikki eru magnetiskar, og greiddi frá, at tað helst vóru leivdir av klistri frá plástrinum, ið fingu myntina at hanga fasta.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september

 

##med3##

 

 

 

Fleiri filmsklipp eru deild á sosialu miðlunum, sum vísa, at myntir kunnu hanga fastar í arminum eftir koppseting.