Royna aftur í september

Heldur ikki í ár samdust strandalondini um at býta makrelin ímillum sín. Tí fara londini nú at áseta sínar eginkvotur.

Drúgv samráðingarumfør hava síðan í fjør verið millum strandalondini um at býta makrelstovnin millum sín, men tað gongur illa at finna eina semju.

 

Í London í síðstu viku ásannaðu Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg, at grundarlag var ikki fyri at halda fram við samráðingunum.

 

Bretski formansskapurin, ið hevði sett sum freist til 31. mars í ár fyri einari semju um makrelbýtið fyri 2023, handaði formansskapin til Ísland eftir semju millum øll strandarlondini.

 

Eftir ætlan verða samráðingarnar millum londini tiknar upp aftur í London í september mánaði í ár. Hesar samráðingar verða um at býta makrelstovnin fyri 2024 og komandi árini.

 

Tískil fer Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta endaligu makrelkvotuna hjá Føroyum fyri 2023.

 

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at ásetingin hjá landsstýrismanninum verður í næstum - og í seinasta lagi í mai mánaði.

 

Avleiðingin av, at semja ikki fæst í lag um makrelbýti millum strandalondini, er, at alt ov nógvur makrelur fer at verða fiskaður í ár í mun til ICES-tilmælið.

 

Soleiðis hevur eisini verið undanfarnu árini, tí nú eingin semja er, vilja øll londini, sum vóru partur av gomlu semjuni, taka sum mest í sín part.