Mál í yvirtíðini sendi Sevilla í finaluna

Sevilla fekk kroyst seg í Europa League-finaluna, har Benfica bíðar teimum.

Tað verða Benfica og Sevilla, sum hittast í Europa League-finaluni í ár. Hetta gjørdist greitt í kvøld eftir at tey vunnu ávikavist ímóti Juventus og Valencia í hálvfinaluni.


Juventus var tvungið fram á vøllin eftir at hava tapt fyrru hálvfinaluna 1-2 ímóti Benfica, og hóast teir eisini høvdu bóltin nógv og góðar málmøguleikar, so eydnaðist tað teimum ongantíð at fáa bóltin í mál. Dysturin varð harðligur og tað komu heili trý reyð kort, eitt til Juventus og tvey til Benfica. Dysturin endaði 0-0 og er Benfica harvið í finaluni við samanløgdum 2-1-sigri.


Valencia var somuleiðis tvungið fram at skjóta mál, tá ið teir í kvøld fingu vitjan av landsmonnunum úr Sevilla, sum vunnu fyrru hálvfinaluna 2-0. Tað gekk eisini leingi eftir vild og Valencia var á odda 2-0 í hálvleikinum. Tá ið 20 minuttir vóru eftir av dystinum økti Jérémy Mathieu til 3-0 og Valencia var ávegis í finaluna, men í allar seinastu sekundunum skoraði Stephane M'Bia fyri Sevilla, soleiðis at teir eru í finaluni við fleiri útivallarmálum.


Finalan verður leikt í Torino mikudagin 14. mei.


Valencia – Sevilla 3-1 (2-0) (3-3 samanlagt, Sevilla víðari við fleiri útivallarmálum)

1-0: Sofiane Feghouli, 14.

2-0: Beto, 26. (sj.)

3-0: Jérémy Mathieu, 70.

3-1: Stephane M'Bia, 94.


Juventus – Benfica 0-0 (0-0) (Benfica víðari við samanlagt 1-2-sigri)

Útv.: Mirko Vucinic (Juventus) Enzo Pérez, Lazar Markovic (Benfica)