Malan sópar alla mótstøðu til viks

Tólv ára gamla Malan Michelsen av Tvøroyri hevur vunnið heili 17 danmarksmeistaraskap í svimjing. Stóra mál hennara er at sleppa at svimja á olympisku leikunum, sum verða í Grikkalandi um trý ár

 

Svimjidrotning


Tá íð Malan Michelsen av Tvøroyri fyri níggju árum síðani flutti til Danmarkar at búgva, grunaði hon lítið um, at hon nøkur ár seinni skuldi blíva donsk svimjidrotning.

Men úrslitini talað fyri seg.

Hesi bæði seinastu árini hevur Malan tikið lut í kappingunum um danmarksmeistaraskapirnar í svimjing fyri hennara aldursbólk

Og hesar kappingarnar hava prógvað, at tólv ára gamla Malan Michelsen er so nógv besti svimjari í svimjari í sínum aldursbólki í Danmark nakrantíð.

Og hevur hon lív og heilsuna og annars ikki missir hugin at svimja, er hetta uttan iva eitt navn, vit fara at hoyra ofta í sambandi við svimjing tey komandu árini.

Malan var trý ára gomul, tá ið foreldur hennara Dánjal Jàkup, og Fríbjørg Michelsen av Tvøroyri. gjørdu av at flyta til Danmarkar, og so fylgdi hon sjálvsagt við.

Vit fingu eitt orð á hana, nú hon er komin heim aftur í føðingardag hjá ommuni úr Vági, sum fyllir 85 ár seinni í mánaðinum.


Á ovastu rók upp á trý ár

Úrslitini, sum Malan hevur rokkið í svimjing í Danmark, gerast av álvara undrunarverd, tá ið hugsað verður um, at tað eru ikki meiri enn trý og eitt hálvt ár síðani, at fór at svimja.

Hon svimur við Brøndby, sum er tætt við, har tey búgva í Keypmannahavn.

Men síðani hevur svimjingin verið hennara eitt og alt. Nú livur og doyr hon fyri svimjing og hevur ikki stundir til stórt annað, enn at svimja,siga tey, sum standa henni nær.

Men tað kann heldur ikki sigast annað, enn at tað hevur gingið upp á stás og hartil so nógv betri, enn nakar kundi væntað.

Malan hevur nevniliga víst seg at hava serstakliga góð evni at svimja og tað hevur gingið so skjótt framá, at hesi seinastu trý árini er hon komin heilt upp á ovastu rók í danskari svimjing.

Men tað krevur eisini sítt: Malan venur seks dagar um vikuna, tveir tímar hvørja ferð undir kønari leiðslu.

Men hendan miðvísa venjingin hevur eisini borið frukt. Seinastu tvey árini hevur hon verið í kappingini um Danmarksmeistaraskapin í svimjing fyri hennara aldursbólk, tvs, fyri børn, sum eru fødd í 1989 ella seinni.

Í einstaklingasvimjing hevur hon svomið í 11 ymsum greinum hvørt ár.

Í fjør steyk hon avstað við heili 10 gullmerkjum og einum silvurmerki. Í ár vann hon sjey gullmerki, trý silvurmerki, men í einari kapping varð hon kolldømd, tí hon rørdi ikki við kantin, einaferð, hon skuldi venda.

Við í kappingini vóru væl yvir 1.000 svimjarar úr øllum Danmark, so tað sigur eitt sindur um, hvørjum støði tvøragentan er á.

Men í ár svam hon harafturat eisini í trimum liðkappingum. Á liðnum var eisini eisini ein onnur føroysk genta, Helga Djurhuus úr Havn og tey vunnu eitt gullmerki, tvey silvurmerki og eitt bronsumerki í teimum fýra kappingunum.

So vítt, vit vita, er hetta tað mesta, sum nakar danskur svimjari nakrantíð hevur vunnið.

Tað er nevniliga ikki vanligt, at svimjarar eru so fjølbroyttir og javnt sterkir í øllum greinum, sum úrslitini vísa, at Malan er. Vanliga miðsavna svimjarar seg um nakrar heilt fáar svimjigreinar og - teinar, men at teir vinna í at øllum greinum, er heilt óvanligt.

Men sjálv viðgongur Malan, at hennara sterkastu greinar eru blandað svimjing og firvaldsvimjing

Sjálv ætlar hon ikki at spesialisera seg enn. Men tað verður hon helst noydd til seinni.

Malan er ikki heilt ókend í føroyskari svimjing. Í fjør var hon við í SUM (smáunglingameistaraskapurin) og tá vann hon níggju kappingar. Hon setti hartil níggju bólkamet av níggju møguligum.


Royna at lokka

Hesi frálíku úrslitini hjá Maluni eru ikki farin afturvið borðinum í danska svimjiheiminum.

Feløg eru farin at leggja merki til føroysku svimjigentuna, men síðani gullið er farið at regna niðuryvir hana, er eyðvitað, at tað eru fleiri feløg, sum vilja hava hana til sín at svimja.

Fleiri feløg royna at lokka hana til sín, men enn er onki avgjørt, hvar hon fer at svimja. Feløgini kunnu ikki lokkað eina so unga gentu beinleiðis við pengum, men tað er ikki óvanligt, at tað verður gjørt óbeinleiðis, fyri at lokka evnaríkar svimjarar til, eitt nú við at bjóða teimum at sleppa undan at betala limagjald, ella at bjóða teimum at betala svimjiferðir uttanlands, ella við at geva teimum onkrar aðrar sømdir.

Eitt nú hevur venjarin hjá henni fingið starv í einum øðrum felag, men treytin er, at hann hevur Maluna við. Tað eru eisini onkur feløg sum ætla at byggja svmjilið upp rundanum hana.

Tað einasta, sum er greitt, er, at hon fer undir venjingarnar aftur fyrst í august, so er spurningurin, hvar tað verður.

Hon hevur heldur ikki gjørt av, hvønn svjimjitjóðskap, hon fer at fáa sær, so enn er ikki heilt, ósagt, at hon ikki verður at síggja á onkrum føroyskum svimjilandsliði.


Ætlar sær við á Olympisku leikirnar

Tey, sum hava eygleitt Maluna, siga, at tað eru serliga tveir eginleikar hjá henni, sum tey leggja merki til.

Í fyrsta lagi er hon krútsterk, hóast hon enn ikki hevur havt styrkivenjing. Tað er hon ov ung til enn, men tað vervenjarin at leggja til rættis fyri hana seinni.

Í øðrum lagi er hon før fyri at miðsavna seg 100% um uppgávuna og hon er tískil ikki darvað av nervum, uttan tí sunna nervøsitetinum, sum skal til í einhvørjari kapping, fyri at fáa blóðið at renna skjótari so hon kann geva alt hon eigur.

Malan er eisini úttikin til danska landsliðið. Hon er einasti svimjari í hennara árgangi, sum er úttikin til danska landsliðið og hon er sostatt nógv yngsti svimjarin í á talentstøðini hjá danska svimjisambandinum, har framtíðarsvimjararnir verða vandir.

Og tað verður heldur ikki dult fyri, at Malan hevur sett sær mál sum svimjari. Stór mál, tey størstu, eitt ítróttarfólk kann hava. Hon hevur nevnilga sett sær sum mál, at svimja so væl, at hon kvalifiserar seg til olympisku leikirnar, sum verða í grikska høvuðsstaðnum, Athen, í 2004. Tá verður Malan 15 ár og hvør veit, kanska fáa vit tá á fyrsta sinni eitt føroyskt ítróttarfólk á sigursskammilin í ítróttarkappingini yvir øllum. Hvør veit. Livst so spyrst.


Soleiðis svam Malan


Annars vóru úrslitini hjá Maluni Michelsen av Tvøroyri í kappingini um danmarksmeistaraskapin herfyri, hesi

Einstaklingakappingar:

50 m. frí:Gull. Tíðin var: 0.30,10. besta tíðin er 0.29,80

100 m. frí:Gull. Tíð: 1.05,80

200 m. frí: Silvur. Tíðin var 2.22,60

100 m. rygg: Gull. Tíðin var 1.14.50

200 m. rygg: Silvur Tíðin var 2.41,30

100 m. bringu: Silvur. Tíðin var 1.20.70

200 m. bringu: Gull. Tíðin var 2.55,30

100 m. firvald: Gull Tíðin var 1.12.40. hennara besta tíð á hesum teiminum er 1.11,81

100 m. blandað: Gull. Tíðin var 1.13.80. Besta tíðin er 1.13.30

200 m. blandað: Gull. Tíðin var 2.40,30 . Besta tíðin er 2.36.50

Liðkappingar

50 m. frí: Bronsa 0.29,88. besta tíðin er 0.29,80

50 m. rygg: Gull. Tíðin var 0.34,30

50 m. bringu: Silvur. Tíðin var 0.37,10

50 m. firvald: Silvur. Tíðin var 0.31,10

Í kappingini í 400 metra frísvimjing varð Malan kolldømd tí at hon rørdi ikki við kantin, ta einu ferðina, hon skuldi venda.

Tilsamans vann Malan sostatt átta gullmerki, fimm silvurmerki og eitt bronsumerki, ella heili 14 heiðursmerki tilsaman.

Í einstaklingakappingum vann hon sjey gullmerki og trý silvurmerki og og í liðkappingunum vann hon eitt gullmerki, tvey silvurmerki og eitt bronskumerki.