Malawi: Eitt eyðrænt einaveldi

Hastings Banda gjørdist ímyndin av tí landi, hann stýrdi við harðari hond í 30 ár. Landið, sum nevnt verður »Heita hjarta Afriku«, er eitt tað fátækasta landið í heiminum yvirhøvur

Trongt inn millum Tanzania og Zambia fyri norðan og í eini geil niður í Mozambique í suðri, liggur lítla, afrikanska landið Malawi.

Hetta landið er á stødd umleið tvær ferðir sum Danmark og við einum fólkatali, sum í dag telur góðar 11 milliónir menniskju.

Malawi verður í ST høpi mett at vera millum fátækastu lond í heiminum, og bara í Brasilia, er munurin millum rík og fátæk størri.

Men hóast fólk liva undir umstøðum, sum vit á okkara leiðum neyvan høvdu givið kríatúrunum, er einki galið við blíðskapinum. Tann, sum ferðast millum hesi fólkini, kennir, at hann er vælkomin. Ikki av ongum verður Malawi nevnt »Heita hjarta Afriku«.

Malawi er eitt land, sum er rættiliga ókent í mun til onnur afrikansk lond.

Grundin er helst at finna í søguni, síðan landið í 1964 loysti frá enska hjálandaveldinum.

Sum so manga aðrastaðni gjørdist hetta sjálvstýrið bert til eitt einaræði ístaðin, har ein einsamallur maður rak landið sum eina privata fyritøku. Og mong munnu so seta sær tann spurningin, um nú støðan var so nógv verri undir enskum hjálandastýri.


Søga

Tað, vit vita um landið at siga úr søguni, er í grundini rættiliga lítið. Ikki fyrr enn beint fyri okkara tíðarrokning, vita vit, at Bantufólkið flytir og setir seg niður í landsynnings-Afrika.

Hesi fólkini eru akurbrúkarar og duga at framleiða amboð at rudda jørð við. Tað vit í dag kenna til søgu teirra, finna vit í holumálningum.

Men aðrar ættir koma og fara, og ikki sleppur fólkið at liva í friði har heldur enn aðrastaðni í Afrika.

Trælahandilin tekur til sín, og í átjandu øld ræna trælahandlarar umleið 80.000 til 100.00 menniskju árliga í tí umráðnum, sum í dag eitur Tanzania og Malawi.

Umleið 1858-1859 kemur ein skotskur trúboðari siglandi niðan eftir Shire ánni og fram at einum longum, smølum vatni, hann nevnir Lake Nyasa. Hetta vatnið eitur í dag Lake Malawi, eins og Nyasaland eftir sjálvstýrið varð nevnt Malawi.

Hesin ferðandi skotin var David Livingstone, sum gjørdist tann europoearin, sum fyrstur segði frá landinum Nyasa ella í dag Malawi.


Missiónsstøðir

Eins og aðrastaðni í Afrika fingu trúboðararnir, sum hildu til á sonevndum missiónsstøðum, stóra ávirkan á upprunafólkið.

Hesi høvdu betri umstøður at bjóða teimum innføddu, sum sostatt skjótt funnu út av, at eitt nú heilsan gjørdist betri av at halda seg at hvíta manninum - Msungu.

Einaferð í tíðarskeiðnum 1901-1906 verður ein drongur føddur við eina av hesum missiónsstøðunum. Hann verður nevndu Kamuzu Banda (Kamuzu merkir lítil rót ella spíri) . Men árini á skotska missiónsskúlanum seta síni spor. So djúp, at hann seinni fær sær navnið Hastings eftir einum skotskum trúboða.

Kamuzu Banda fekk skúlagongd og kom seg so væl, at hann fór uttanlands at lesa læknafrøði. Í 1937 tók hann læknaprógv í USA og varð seinni í Skotlandi útbúgvin at praktisera í øllum enskum landaøkjum. Av sonnum nakað væl yvir tað vanliga hjá einum afrikana í teimum døgum.

Banda fekk sær praksis í London, har hann virkaði, til hann í 1958 fór heim aftur til Nyasaland at standa á odda fyri mótstøðurørsluni, sum vildi hava bretar úr landinum.


Sjálvstýrið

Í 1964 fekk landið sjálvstýri frá Bretlandi og broytti samstundis navn til Malawi. Hetta hendi hin 6. juli. Dagstevnt seks ár eftir, at Banda var komin heim aftur.

Navnið Malawi leiðir beinleiðis aftur á sagnkenda stórríkið Marawi. Somuleiðis hevur Zimbabwe, ið fyrr nevndist Rhodesia, fingið sítt navn eftir gamla mentannarríkinum við sama navni.

Men tað varð skjótt greitt, at sjálvstýrið rakk ikki longri, enn nýggi leiðarin gav loyvi til.

Hann syrgdi fyri, at mótstøðumenninir vórðu beindir av vegnum, so hann kundi gera, sum hann vildi. Illar tungur vilja enn í dag vera við, at krokodillurnar í Lilongve River, sum rennur beint uttan fyri høvuðsstaðin Lilongve, eru tær feitastu í øllum Afrika. Har vórðu allir mótstøðumenninir tveittir í.

Hetta hevði eisini við sær, at grannalondini fóru at halda seg aftur í sambandinum við Bandastýrið. Men eftir var Suðurafrika, sum Banda hevði gott samband við, hóast apartheidstjórnina har. Og sum vera man gjørdi hetta ikki sambandið við grannalondini hjá Malawi betri. At Banda so alment boðar frá, at eftir hansara meting hoyra stórir partar av grannalondunum Zambia, Tanzania og Mozambique søguliga til Malawi, ger ikki støðuna betri.

Men Banda heldur fram, og í 1971 útnevnir hann seg sjálvan til forseta fyri lívstíð í Malawi. Og hóast mannarættindarfelagsskapir og stjórnirnar í øðrum londum gera alt fyri at boykotta landið, verður tað um tað lagið, at Banda situr fyri lívið.

Alt, sum stendur upp í móti honum, verður ruddað av vegnum. Eisini teir, sum í síni tíð vóru við til at fáa hann á ovasta sessin í landinum.


Demokrati

Men eitt land, sum er so fátækt sum Malawi, klárar seg ikki við suðurafrikanskari hjálp eina.

Og so hendi tað, at londini í sunnara parti av Afrika eitt fyri og annað eftir fingu demokrati.

Tað tóktist mangastaðni har suðuri, sum tað stóð líkasum ein slík virðing um biskupparnar, at teir vóru teir einastu, sum tordu at tala at, tá politiska stýrið fór ov langt. Og eisini í Malawi fóru nú biskupparnir at taka til sín.

Í 1992 tóku teir katólsku biskupparnir seg saman og gjørdust teir fyrstu, sum opið tordu at bjóða Banda av. Hetta hendi í einum hirðabrævi, har teir kravdu meira rætt til fólkið at virka politiskt. Eisini aðrir komu síðan við, og ein teirra, sum veruliga stóð á odda, tá tað stóð mest á, var lutheranski biskuppurin í Lilongve, Joseph Bvumbwe. Hann stóð á odda fyri einum tvørkirkjuligum, politiskum felagsskapi, PAC, í eini tíð, tá tað veruliga kundi kosta lívið at siga sína hugsan í Malawi.

PAC er í dag ein av fýra felagsskapum, sum Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark samstarvar við í Malawi.

At so hjálparfelagsskapirnir eisini høvdu langað lokini á kassarnar, sperdi stýrið í Malawi so mikið, at í 1993 varð skrivað út fólkaatkvøða um, hvørt loyvt skuldi verða fleiri politiskum flokkum at stilla upp til tjóðartingsval.

Og undir eftirliti av altjóða eygleiðarum atkvøða 63% av veljarunum fyri fleirflokka vali. Hóast hendan greiða meiriluta fyri at loyva fleiri politiskum flokkum, varð úrslitið nógv soltnari, enn væntað. Allar metingar framman undan søgdu, at ikki undir 75% fóru at vera fyri.

Og í 1994 verður so fyri fyrstu ferð val í Malawi, har fleiri flokkar sleppa at luttaka. Úrslitið verður, at Banda fær 33% av atkvøðunum og kemur í minniluta.

Roynt verður síðan at fáa hann fyri rættin ákærdan fyri morð. Men onki ber til. Hann verður fríkendur og fær eina treytaleysa umbering frá stjórnini.

Men 30 ára veldi hjá hesum gamla manninum er kortini av. Hann stýrdi landinum einsamallur frá 1964 til 1994.

Men heilt eiðasørur var hann kortini ikki, tá hann varð noyddur at leggja frá sær.

Gjøgnum øll hesi árini hevði hann syrgt fyri, at alt, sum gav nakað av sær í landinum, varð keypt av feløgum, hann átti. Sostatt sótu hann og familjan á øllum útflutninginum. Og hóast roynt varð seinni at taka hetta aftur, bar ikki til. Tí so hegnisliga var atborið, at rætturin bert kundi staðfesta, at alt var farið lógliga fram. Maðurin átti pengar og hevði keypt alt á fríum marknaði.

Men hvørki pengar ella vald fáa mann at liva æviga. Og eisini Hastings Kamuzu Banda noyddist at enda at boyggja seg fyri deyðanum.

Hin 25. november 1997 doyði hann av lungnabruna á einum sjúkrahúsi í Suðurafrika.

Hastings Banda gjørdist sostatt fleiri og hálvfems ára gamal. Í einum landi, sum komið er niður undir av armóð, og har meðallivialdurin hjá vanligum fólki bert er 44 ár.