Málmansspurningurin er avgreiddur á Argjum

Tað er nú greitt, at tað verða Rói Zachariasen og danski Anders Ploughmann Nagel, ið skulu verja málið hjá AB komandi kappingarár. Rói Zachariasen kom fyrr í flytingarvindeyganum frá EB/Streymi, meðan Anders Ploughmann Nagel hevur longt sáttmálan, eftir at hann kom til felagið í fjør. AB er aftur í Betri deildini.

 

AB skrivar:

 

Nú er greiða komin á málmansmanningina hjá AB fyri árið. Danski málverjin, Anders Ploughmann Nagel, hevur nevniliga skrivað nýggjan sáttmála við AB fyri kappingarárið 2022.

 

Anders var ein av fýra dønum, ið kom til felagið í summar. Hávaksni málverjin skuldi kappast við Milos Budakovic um plássið, og endin var tann, at Anders, ið er 22 ára gamal, spældi 11 út av 14 dystum í seinnu kappingarhálvu í 2021.

 

Við kappingarársenda var ikki fullvist, at Anders helt fram, men hann er nú komin aftur og hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið, ið stendur fyri framman. Harvið skal hann kappast um plássið við nýafturkomna Róa Zachariasen.

 

Felagið fegnast um, at besta mansliðið er væl bjálvað millum stengurnar og ynskir Anders bestu eydnu í komandi kappingarárinum.