- Fólk fingu 500 krónur um dagin fyri at vera statistar í filminum, so hetta var ikki nakað, fólk blivu rík av. Fólk vildu fegin sleppa at siga, at tey vóru við til at gera filmin Barbara, tað var løn nokk, sigur Nils Malmros, nú hann bjóðar øllum statistum og hjálparfólkum til endurfrumsýning av Barbaru í Havnar Bio 28. septembur.
28. septembur eru 20 ár liðin, síðani filmurin Barbara eftir Nils Malmros hevði frumsýning. Væl umtókti filmurin, bygdur á skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.
19.000 føroyingar sóu filmin og í Danmark sóu yvir 400.000 fólk filmin.
Nú eru so beint yvir 20 ár síðani, at filmurin byrjaði at seta dám á Føroyar. Nógvir føroyingar tóku lut í upptøkunum og millum annað verður ein tøkk send til teir 362 statistarnar í enda-rulluni á filminum. Umframt statistarnar vóru eisini nógv onnur hjálparfólk. Ikki færri enn 150 føroyingar vóru við og dansaðu føroyskan dans, tá Fransafestin bleiv tikin upp í Keypmannahavn.
Nú hevur Nordisk Film avgjørt, at bjóða øllum statistunum, hjálparfólkunum, og øðrum við, at síggja filmin aftur í heyst.
– Tíverri má eg siga, at tað er avmarkað pláss í Havnar Bio og tí verður ikki pláss fyri øllum statistunum. Tí verður tað “først til mølle,” sum man sigur, sigur Nils Malmros, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum fyri 37. ferð.
Hann sigur, at útgávan av filminum, sum verður víst, er eitt nýtt digitalt kopi av filminum, tó uttan at aðrar broytingar eru gjørdar.
Umframt Nils Malmros, so koma báðir høvuðsleikararnir eisini til Føroya til endurfrumsýningina; Annika von der Lippe, sum spældi Barbara og Lars Simonsen, sum spældi harra Pál.
– Eg vóni, at so nógvir sum gjørligt at okkara statistum koma. Vit hava okkurt yvirlit, men tað er vónleyst, at fáa samband við allar aftur. Tí vóna vit, at so nógvir sum gjørligt leita sær til bólkin Statistar í filminum Barbara, sigur Nils Malmros. Tey sum ikki eru á facebook, kunnu seta seg í samband við Lauru Joensen ella Elsu Jóhonnu Høgenni.
Hetta er 37. ferðin, at Nils Malmros er í Føroyum, men hann sigur við Miðlahúsið, at hann hevur ongar ætlanir um at gera ein film afturat.
– Allir filmarnir, eg havi gjørt, hava verið um meg sjálvan, og eg meti, at seinasti filmurin, Sorg og Gleði, var tann síðsti. Eg veit ikki, um eg ongantíð aftur geri ein film, men eg havi so ongar ætlanir um tað, sigur hann.