Málráðið stuðlar teknmálsorðabók

Í fíggjarlógini fyri 2022 vóru 100.000 kr. játtaðar til føroyskt teknmál. Málráðið hevur valt at nýta upphæddina til at stuðla arbeiðinum at gera talgilda føroyska teknmálsorðabók.

Síðan 2017 hevði føroyskt teknmál verið viðurkent sum føroyskt mál. Hetta merkir millum annað, at Málráðið hevur ábyrgd av at røkja, menna og verja føroyskt teknmál. Í fjør vóru 100.000 kr. av játtanini settar av júst til hetta endamálið.

 

Málráðið valdi at stuðla arbeiðinum við at gera føroyska teknmálsorðabók.

 

Helena Kannuberg, forkvinna, greiðir soleiðis frá:

 

- Stórur tørvur er á talgildari teknmálsorðabók, og vit í Málráðnum eru fegin um, at vit á hendan hátt kunnu røkja og menna føroyskt teknmál.

 

Tað eru teir báðir teknmálstulkarnir, Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, sum arbeiða við at menna talgildu teknmálsorðabókina, ið liggur á fo.signwiki.org Tær greiða soleiðis frá:

 

- Arbeiðið við teknmálsorðabókini, sum vit hava gjørt avtalu við Málráðið um, er framvegis á byrjanarstigi, og tí sæst alt enn ikki á netinum. Kortini eru vit sera bjartskygdar og spentar, nú vit endiliga aftur eru slopnar í gongd við SignWiki-arbeiðið, sigur Helena Kannuberg.

 

Tað eru nøkur ár síðan, Edny og Eyðgunn byrjaðu at arbeiða við teknmálsorðabókini. Higartil hava tær nýtt stuðulin til at endurskoðað orðabókina, t.v.s. hugt øll teknini ígjøgnum, gjørt fyrireikingar til komandi upptøkur og fingið avtalur í lag við deyv um at gera fleiri upptøkur.

 

Málráðið ynskir teknmálstulkunum góða eydnu við víðari arbeiðinum, ið vónandi verður øllum føroyingum at frama. Vónin er eisini, at sama ella størri upphædd verður játtað næstu árini, soleiðis at hetta arbeiðið kann halda fram. Tørvurin er har, og tey deyvu og tunghoyrdu skulu sjálvandi sleppa at samskifta á føroyskum við føroyskum teknum.

 

(Innsent tíðindaskriv)