Málskjúttin: Eg eri so rørdur at eg fái ikki tosað (FM1)

(FM1) Hoyr Stefan Radosavljevic seta orð á fyrsta A-landsliðsmálið hjá sær

Mynd: Tróndur Arge

##med2##

 

Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)

 

1-0 Beslimi (64.) 

 

1-1 Stefan Radosavljevic (77.) 

 

Stefan Radosavljevic hevur mangan verið føroyska U21-landsliðnum góður, har hann hevur skorað fimm mál og havt mong góð avrik.

 

Í kvøld kom so tann higartil størsta landsliðsløtan hjá Stefani, tá hann skoraði fyrsta A-landsliðsmáli hjá sær.

 

- Eg eri so rørdur, at eg fái ikki tosað, segði Stefan við Trónd Arge aftaná dystin.

 

Stefan vónar, at málið kann hjálpa honum at taka næsta stigið á fótbóltsyrkisleiðini hjá sær, tá flytingarvindeygað letur upp í januar.

 

Nú skal hendan landsliðstroyggjan vaskast og goymast sum eitt kært minnið um tað fyrsta av vónandi mongum málum fyri landsliðið.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málinum, og samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan. 

 

Mynd: Tróndur Arge

Hoyr Stefan Radosavljevic seta orð á fyrsta A-landsliðsmáli hjá sær

Hoyr Stefan Radosavljevic seta orð á fyrsta A-landsliðsmáli hjá sær