Manchester United er sett til sølu

Premier League: Fyrst bleiv Cristiano Ronaldo leysgivin og nú er felagið sett til sølu

Avram Glazer og Joel Glazer

Manchester United boðaði í gjár frá, at felagið er sett til sølu. Í tíðindaskrivi hava eigararnir, Avram Glazer og Joel Glazer, alment boðað frá at felagið leitar nýgjar leiðir, fyri at fáa nýggjar inntøkur. Ein møguleiki er ein søla, og mett verður, at prísurin liggur 40 til 80 milliardir krónur.

 

Tað hendir eitt sindur av hvørjum á Old Trafford í løtuni. Í summar bleiv Erik ten Hag settur sum nýggjur venjari. Hann hevur tikið dystin upp við aldrandi stjørnuna, Cristiano Ronaldo. Tað hevur ført til ein samanstoyt, har Cristiano Ronaldo í bersøgnari samrøðu segði, at hann onga virðing hevur fyri venjaranum.

 

Í gjár boðaði Manchester United frá, at Cristiano Ronaldo og Manchester United fara hvør til sítt upp á standandi fót. Løtu seinni komu boð um, at Glazer familjan hevur sett felagið til sølu.

 

Í tíðindaskrivinum stendur, at familjan nú leitar eftir møguleikum at styrkja Manchester United. Hatta kann verða ein søla av felagnum, nýggir íleggjarar ella samstarv, sum kann styrkja umstøðurnar hjá felagnum við eitt nú nýggjum leikvølli.

 

Glazer familjan hevur verið illa umtókt øll 13 árini hon hevur átt felagið. Glazer familjan keypti Manchester United við lántum pengum, og mett  verður at familjan hevur tikið næstan 10 milliardir krónur úr felagnum síðani. Fyri kortum boðaðu eigararnir hjá Liverpool frá tí sama.

 

Fleiri halda fyri, at tað er miseydnaða "Super League", ið ger at eigarar rýma. Super League hevði tryggjað inntøkur hvørt ár, sum tað er í amerikanskum ítrótti. Soleiðis hevur ongantíð verið í fótbólti, har úrslitini eru alt avgerandi og eitt dýrt lið kann flyta niður. 

 

Avram Glazer og Joel Glazer