Manchester United fær HM-vinnara í miðverjuna

Leysasøgur: Nógv bendir á, at Manchester United er í holt við at fáa ein stóran styrk til miðverjuna

Fleiri ítróttarskrivarar siga seg vita, at Raphaël Varane verður nýggjur maður í Manchester United til komandi kappingarárið. 28 ára gamli heimsmeistarin úr Fraklandi skal hava boðað Real Madrid frá, at hann ynskir at royna okkurt nýtt.

 

Ein teirra sum sigur seg vita hetta, er italski Fabrizio Romano. Hann hevur fingurin á pulsinum, tá tað kemur til fleiri av teimum stóru spælaraflytingunum í Evropa.

 

Fyrr í summar skifti Sergio Ramos frá Real Madrid til Paris Saint Germain, eftir at sáttmálin hjá honum gekk út í spanska høvðusstaðnum. Tí bendir nógv á, at Real Madrid skal klára seg uttan báðar miðverjarnar, sum hava verið partur av felagnum nógv tey seinnu árini.

 

Nýggjur í Real Madrid er David Alaba, sum kemur frá Bayern Munchen. Søgan sigur, at eysturríkarin fær meiri í løn enn Raphaël Varane. Hetta vildi Raphaël Varane hava broytt, men Real Madrid er ikki so sinnað at góðtaka tað.

 

Raphaël Varane hevur sáttmála við Real Madrid til endan av komandi kappingarári. Tí skal Manchester United keypa miðverjan leysan, og skal Real Madrid hava pengar fyri hann, so má hann seljast í summar.