Manchester United hevur dýrasta hópin

Manchester United hevur brúkt 8,6 milliardir krónur upp á at seta hópin saman

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire er millum dýrastu verjuspælararnar í heiminum

Ein greining frá CIES Football Observatory vísur, at Manchester United hevur heimsins dýrasta hóp. Greiningin sigur, at Manchester United hevur 8,6 milliardir krónur at seta hópin saman.

 

Cheslea er í harðari kapping við Manchester United. Eftir at hava brúkt fyri tríggjar milliardir krónur í summar, so er hópurin hjá Chelsea komin upp á 8,5 milliardir krónur.

 

Samanlagt hevur Premier League átta av tíggju teimum dýrastu hópinum. Tað eru bara Paris Saint Germain og Real Madrid, sum klára at kappast fíggjarliga við feløgini í Premier League. Eitt nýtt felag á topp tjúgu listanum er Al Hilal, sum er á 18. plássi. Við millum annað keypinum av Neymar, er hópurin komin upp á 2,8 milliardir krónur.

 

Tíggju teir dýrastu hóparnir:

 

1. Manchester United        8,6 mia. kr.

 

2. Chelsea     8,5 mia. kr.

 

3. Manchester City             7,7 mia. kr.

 

4. PSG           7,5 mia. kr.

 

5. Arsenal      6,2 mia. kr.

 

6. Tottenham                     6,1 mia. kr.

 

7. Liverpool   5,8 mia. kr.

 

8. Real Madrid                    5,3 mia. kr.

 

9. Newcastle 4,9 mia. kr.

 

10. West Ham                    3,7 mia. kr.

 

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire er millum dýrastu verjuspælararnar í heiminum