Manchester United misti aftur

Eftir 25 minuttir á Old Trafford var Manchester United á odda 2-0 ímóti West Bromwich Albion, við málum frá Javier Hernandez og Nani. At síggja til ein vanligur dagur á kontórinum hjá Sir Alex Ferguson og hansara monnum. Men stutt inn í seinna hálvleik gjørdi fyrst Patrice Evra sjálvmál og løtu seinni gjørdi Manchester United málmaðurin, Edwin van Der Sar, ein brølar. Somen Tchoyi takkaði fyri og javnaði fyri gestirnar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Á Villa Park hevði Aston Villa vitjan av oddaliðnum Chelsea. Einki mál kom í dystinum. Bæði liðini høvdu royndir á stengurnar og í evstu løtu hevði Nigel Reo-Coker ein fríleypara, men rakti ikki málið. Arsenal var aftanfyri í hálvleikinum ímóti Birmingham, men við málum frá Samir Nasri og Marouane Chamakh hálaði Arsenal seg upp á næst fremsta plássi við 14 stigum saman við Manchester United, Manchester City og Tottenham. Tottenham vann 2-1 á Fulham við málum frá Roman Pavlyuchenko og Tom Huddlestone.

 

Manchester City hevur í morgin møguleikan at leggja seg á næstfremsta plássi, tá teir vitja í Blackpool. Vinna teir, so hava teir 17 stig, sum er tvey minni enn Chelsea.

 

Premier League:

 

Arsenal ? Birmingham 2-1

Aston Villa ? Chelsea 0-0

Bolton ? Stoke 2-1

Fulham ? Tottenham 1-2

Manchester United ? WBA 2-2

Newcastle ? Wigan 2-2

Wolvs ? West Ham 1-1