Lutakastið til 1/16 finalurnar í Europa League hava verið í dag. Eftir bólkaspælið í bæði Europa League og Champions League eru 32 lið við í endaspælinum. Átta feløg eru dottin av triðja plássi í bólkaspælinum í Champions League bólkunum og yvir í Europa League.
Teirra millum er Manchester United, sum skal møta Real Sociedad. Tað eru nøkur ár síðani, at Real Sociedad var millum oddaliðini í La Liga, men baskarnir eru aftur at finna í toppinum. Hvørtfall eina løtu.
Arsenal er í ítróttarligari kreppu í Premier League, har liðið liggur á 15. plássi. Mikel Arteta og hansara menn møta Benfica úr Portugal. Tað er eisini at rokna sum eitt sterkt mótstøðulið. Tá gekk betri hjá Tottemham og Leicester, sum møta ávikavist Wolfsberger AC (Eysturríki) og Slavia Prag (Kekkia).
Dystirnir verða spældir hósdagin 18. feburar, meðan returdystirnir verða spældir 25. feburar.
Europa League 1/16 finalurnar:
Wolfsberger AC - Tottenham
Dynamo Kiev - Club Brügge
Real Sociedad - Manchester United
Benfica - Arsenal
Reyða Stjørna - AC Milan
Antwerpen - Rangers
Slavia Prag - Leicester
RB Salzburg - Villarreal
Braga - AS Roma
FK Krasnodar - Dinamo Zagreb
Young Boys - Bayer Leverkusen
Molde - Hoffenheim
Granada - Napoli
Maccabi Tel Aviv - Shakhtar Donetsk
Lille - Ajax
Olympiakos - PSV