Manchester United útleigar áleypara

Premier League: Manchester United hevur útleigað ein av sínum áleyparum til Sevilla

Spanska Sevilla boðar í dag frá, at felagið hevur leigað Anthony Martial í seks mánaðir frá Manchester United. Hann hevur verið í orðadrátti við nýggjan venjaran, Ralf Rangnick, sum pástóð at áleyparin ikki var sinnaður at spæla dyst fyri Manchester United.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Manchester United hevur havt í sinni at sleppa av við franska áleyparan, sum kom til felagið í 2015. Hann hevur verið settur í samband við feløg sum Newcastle og eitt skifti eisini FC Barcelona.

 

José Mourinho, sum var venjari hjá Manchester United frá 2016 til 2018, er tiltikin fyri at siga longu tá, at Anthony Martial ikki arbeiðir nóg hart til at spæla fyri Manchester United. Kanska hevði hann rætt?