Mangir eru Brandar í føroyskum tónleiki

At trummuleikarar geva fløgu út, er ikki gerandiskostur. Serliga ikki her hjá okkum. Men ein trummuleikari hevur júst givið eina fløgu út. Trummuleikarin Brandur Jacobsen hevur staðið á odda í fløguætlanini 7th Heaven, ið er ein sonevnd konseptfløga, har farið verður at taka upp, uttan venjing. Tað tók bert tríggjar tímar at taka fløguna upp

Seinnu árini hava vit sæð nógvar Brandar í føroyskum tónleikalívi. Summir brandar bjartari, enn aðrir. Brandurin, ið hevur logað longst, er helst Brandur Øssursson. Bjartasti login í løtuni er kanska Brandur Enni. Men ein neisti, ið er vorðin til ein støðufastan brand í føroyskum tónleikalívi, er trummuleikarin Brandur Jacobsen.
Hann kom av álvara fram blaðungur fyri eini 10-15 árum síðani, tá ungir menn, m.a. Hans P. í Brekkunum, stovnaðu bólkin Paria. Seinnu árini hevur Brandur leikt nógv jazz. Og Brandur hevur borgað fyri støðugum hita í rútmunum í mongum bólkum, ikki minst í bólkinum Ivory, við Eivør Pállsdóttir á odda.
Minor-Bran-Dur
At trummuleikari gevur út fløgu, er ikki gerandiskostur. Og slett ikki í Føroyum.
Brandur Jacobsen hevur staðið á odda í fløguætlanini 7th Heaven.
Hetta er serstøk fløga longu frá byrjan. Altso frá hugskotinum av. Eitt verður nevnt konseptfløga.
Minor-Bran-Dur og 7th Heaven er ein fløga, har fyrsti tónin ger av, hvussu leikur fer. Dygdargóðir tónleikarar finna saman. At jamma, sum tað nevnist millum tónleikarar. Men tað hendir jú, tá køn fólk eru saman á røttum stað til røttu tíð, at gandur kemur í. Dygdin blómar. Ein kemur í sjeynda himmalin.
Og tað hendi, tá Brandur Jacobsen fór at savna saman køn fólk. Leivur Thomsen, guitar, Mogens Palsbøl, bass, Deborag Herbert, sang og Brandur sjálvur á trummur. Hesi hittust í upptøkuhølunum hjá Róin Siggertsson (Rowan) í Keypmannahavn. Hølini nevnast Sasquash Productions.
Í sjeynda himni
Brandur savnaði saman hesi kønu fólk í Keypmannahavn, "og der opstod sød musik", sum ein dani kanska hevði tikið til.
Í øllum førum tók tað bert 3 tímar at taka upp. Ætlanin var bert at gera demo upptøkur, men tá lurtað varð aftur var greitt, at her var tilfar til útgávu. So gott var tilfarið, ella er, - so góð var løtan - at tað kanska eisini hevur givið íblástur til heitið 7th heaven.
Bert eitt vóru tey samd um, tá farið var innar í upptøkuhølini: fyrsti tónin legði botn í og var grundarlag undir tí, ið síðani varð leikt.
Sum Brandur sjálvur tekur til á fløguhúsanum, so var tað dygdargóðu tónleikarunum fyri at takka, at tað tók so stutta tíð og at úrslitið gjørdist so framúr. Tað var Brandi ein sonn fragd at sleppa at uppliva spælda tilfarið enn einaferð.
Og tað er tað eisini hjá okkum øðrum.
Her er ikki talan um tungan jazz, sum mong bert hoyra, tá tey av misgávum fáa eina "ringa" fløgu í føðingardagsgávu. Her nýtist ongum at skrúva fyri.
Her er talan um góðan tónleik, leitandi í støðum. Men tó óvæntað melodiøst. Serliga reggae rútmurnar og løgini fanga, so ein skuldi hildið, at her var komponerað við sveittabrotið í tímavís, fyri at finna ein sonevndan oyrahangara.
Ein flott fløga. Frá hugskotið, byrjan til enda!
Minor og dur, moll og dur. Jú her verður leikt bæði uppá moll og dur kenslur. Ein brandur er kyndur, ið ikki slóknaði eftir endað spæl, men sum logar víðari á fløguni í sjeynda himni. Tíbetur.
Løg og tekstir gjørdi manningin, uttan eina tekstin. Rowan og Brandur framleiddu. Rowan og Jónas Bloch Danielsen tóku upp og Rowan ljóðblandaði. Lenhert Kjeldsen mastraði, Beinta Hansen gjørdi húsan, sum Høgni Egholm Magnussen setti saman.
Tað er Tutl, ið gevur út.